Heini hatar muslimar

Bólkurin »200« er á veg síni sættu útgávu. Við at trýsta á pílin á myndini ber til at hoyra lagið »Heini hatar«.

 

Um hetta lagið skriva tónleikararnir sjálvir soleiðis:

 

»Heini er verðins fittasti fýrur. Hann elskar øll fólk. Tað vil siga øll uttan hasar helvitis perkararnar. Fokking sandnekarar. Og fyri ikki at tala um reyvararnar. Burdu allir verið gassaðir. Annars? Øll fólk. Fínur fýrur.

 

"Heini hatar" er fyrsta staklagið á sættu studioútgávuni hjá 200, sum kallast "REYTT PASS". Plátan kemur út seinni í ár!!«

 

Provokerandi, ja. Men kanska ikki so ókend sjónarmið í orðum 200 hesaferð:

 

---

 

Heini er ein fittur fýrur

og Heini hann ærar foreldrini hjá sær

Hann er hyggiligur, fittur og hann er góður við børn

 

Heini er ein góður vinur

hann er álitið

og Heini hevur altíð tíð

 

Men Heini hann hatar muslimar

tí Gud hevur sagt

sovritt yvirgangspakk

Ja Heini hann hatar muslimar

teir eru vemmiligir, ja

 

Heini hevur ikki gjørt tað enn

Heini og daman tey hava dýran ring

Hann er bara super

Heini er ein góð fyrimynd

 

Tí Heini hann hatar bøssar

og Gud hevur sagt

sovritt reyvarapakk

 

Ja Heini hann hatar bøssar

andstyggiligir ja

 

Heini er góður við øll fólk

bara tey eru hvít og líka sum hann

 

Ja Heini hann spreiðir hatur

og Gud hevur sagt

at hann hevur rætt

 

Heini hann hatar muslimar

og hasar helvitis bøssarnar

ja Heini er eitt rasistiskt mogghøvd

 

Og Gud hevur sagt

at hann hevur rætt

 

Eitt fokking rasistiskt mogghøvd

Hann er eitt fokking, fokking svín