Heini Olsen Memorial

Talvfestivalurin fevnir um stórmeistarakapping og opna kapping.

 

Stórmeistarakappingin er samstundis minnis-kapping um FM Heina Olsen, ein hin sterkasta telvaran í føroysku talvsøguni, sum á ungum árum andaðist fyrr í ár.

 

Heini Olsen Memorial er mannað við sera sterkum telvarum, eitt nú GM Gawain Jones, úr Onglandi, við styrkitalinum 2568 og GM Henrik Danielsen, umboðandi Ísland, við styrkitalinum 2512. 10 telvarar luttaka í kappingini: 3 stórmeistarar, 4 altjóða meistarar, 1 Fide Meistari og 2 uttan tittul higartil. Allir telva hvør ímóti øðrum.

 

Sterkasti trumfur føroyinga verður ivaleyst IM Helgi Dam Ziska, sum við einari góðari kapping hevur møguleikan at ogna sær sín fyrsta GM-norm. Stórmeistaranormur, sum ongin føroyingur hevur ognað sær higartil. Umframt Helga eru umboðini úr Føroyum: Olaf Berg, verandi føroyameistari, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Rógvi Egilstoft Nielsen ? sum eisini luttaka í spennandi kapping um normar.

 

Í Klaksvík Open er framvegis møguleiki at melda til. Higartil eru 31 luttakarar. Sermerkt er tað, at heili 8 kvinnuligir telvarar úr Íslandi eru við, í orrustu við m.a. Herborg Hansen, sterkasta kvinnutelvara Føroya.

 

Talvfestivalurin er í døgunum 20. ? 26. juli 2010. Mangt ymiskt annað er á skránni, m.a. fyrilestur, kafé, fjøltelving, úti-talv v.m.

 

Sí nærri á heimasíðuni hjá Talvsamband Føroya: www.faroechess.com