Tað eru 4 kastarar við á føroyska oyggjaleika landsliðnum í frælsum ítrótti hesaferð, og kappingar higartil hava víst, at tað gongur rættan veg. Seinasta hond er við at verða løgd á fyrireikingarnar, og partur av hesum fyrireikingum var seinasta kapping undan oyggjaleikunum, sum var leygardaing á kastibananum við Eysturskúlan í Tórshavn.
Heini Hátún (Bragdið), sum luttók í kúlustoyt á Gotlandi í 1999, luttekur aftur hesaferð í kúlustoyt. Hann er sera væl fyri, og hetta varð undirstrikað, tá hann stoytti ta 7,26 kg tungu kúluna út á 13,44 m leygardagin. Hetta er nýtt Føroyskt met. Stytsta kasti hjá Heina var 12,93 m, so har sær út til, at okkurt heilt gott er í vantu.
Randi Kúrberg (Bragdið), sum luttekur í hamarkast og spjótkast á oyggjaleikunum, fekk gott úrslit í báðum greinunum við 31,82 m í hamarkast og 30,91 m í spjótkast. Hamarkast úrslitið er hennara næstbesta nakrantíð, meðan spjótkastúrslitið er einans 45 cm frá hennara egna føroyska metið. Men tað er samstundis ein heilan metur longur, enn hon kastaði á seinastu oyggjaleikum, tá hon gjørdist nummar 7 í finaluni.
Rógvi Højgaard (Bragdið), hevði eina av sínum minni góðu kappingum, men hann hevur í seinastuni víst, at har er okkurt á veg. Og hansara persónliga met, sum hann setti fyri lítlum mánaði síðani, er næst besta úrslit nakar føroyingur hevur, so tað verður stuttligt at síggja, hvussu langt tað kemur at røkka hjá honum á oyggjaleikunum, har hann tekur lut fyri fyrstu ferð.
Heri Ziska (Bragdið) er tann gamlið maðurin í oyggjaleika samanhangi. Hann eigur í dag 12 oyggjaleika heiðursmerki, sum hann hevur fingið í trimum ymiskum greinum á seks teimum seinastu oyggjaleikunum. Hann fer hesaferð at royna seg í hamarkast og diskoskast. Hann hevur í seinastuni víst, at teknikkurin er við at koma uppá pláss, so um tað gongur eftir vild so kemur hann aftur heim við onkrum hesaferð.