Heini tekur eitt langt tørn aftrat

30 ára gamli landsliðsspælarin hevur í kvøld skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála í Klaksvík

Seinastu tíðina hevur KÍ skrivað undir nýggjar sáttmálar, sum knýta lyklaspælarar at felagnum í fleiri ár aftrat.

 

Og í kvøld hevur KÍ skrivað undir nýggjan sáttmála við ein av stuðulsspælarunum.

 

Tað er 30 ára gamli verjuspælarin Heini Vatnsdal, sum hevur skrivað undir uppá, at hann eisini fer at umboða KÍ í 2023 og 2024.

 

Higartil hevur Heini Vatnsdal, sum í fleiri ár var í Danmark og umboðaði Fremad Amager, sambært faroesoccer.com spælt 141 dystir í bestu deildini og skorað 17 mál. Hetta er triðja árið, at hann er í Klaksvík og KÍ, og nú er tað greitt, at hann verður í Klaksvík og KÍ í hvussu so er í tvey ár aftrat.

 

-Felagið er í stórari menning, og vit arbeiða hvørt kvøld undir venjing miðvíst við at betra um liðið. Hetta er hugaligt, og eg eri fegin um, at eg eisini tvey tey næstu árini verði partur av hesum, sigur Heini Vatnsdal við facebooksíðuna hjá KÍ.

 

Heini Vatnsdal er vágbingur, og hann átti heimavøll á Vágseiði fram til 2012. Síðani var hann í HB í 2013 og 2014 og til á sumri í 2015, tá ið hann flutti til Danmarkar.

 

Síðani 2013 hevur Heini Vatnsdal spælt 30 landsdystir, og hann hevur spælt seks U-21 landssdystir.