Fitt av fólki hevði leitað sær niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi, har nýggja neistaliðið skuldi royna seg ímóti tí somuleiðis nýggja liðnum hjá hoyvíkingum.
Ymsar fortreytir
Fortreytirnar hjá liðunum báðum vóru sera ymiskar, áðrenn lunnar vórðu lagdir undir hetta kappingarárið.
Neistin hevur rættuliga spílað seg út, og við tilgongd av nógvum nýggjum leikarum, eru vónirnar til hetta kappingarárið nakað hægri, enn tær hava verið flestu av teimum seinastu 20 árunum. Hoyvíkingar hava hinvegin sagt farvæl til fleiri av royndu kreftunum frá seinastu árunum, og verður nú bygt rundan um fleiri ungar leikarar.
Tá liðini bæði møttust í kappingini, sum Café natúr skipaði fyri fyrr í heyst, tóktist tað eisini sum um, at neistamenninir vóru væl betur fyri, og vunnu teir tá greiðan sigur á hoyvíking-unum.
Byrjaðu sum eftir ánni
Tað varð eisini Neistin, sum byrjaði betur, tí eftir at hoyvíkingarnir høvdu lagt seg á odda við einum máli, fóru kanónirnar hjá Neistanum í gongd. Innan fyri 6 minuttir høvdu teir lagt bóltin í meskarnar aftan fyri Jens Skipagøta heilar 5 ferðir, og líkt var til, at ungu hoyvíkingarnir rættuliga skuldu fáa oyruni í eina vælsmurda maskinu.
Soleiðis varð tó ikki, og spakuliga otaðu teir seg inn á heimaliðið, og tá farið varð til hálvleik stóð á jøvnum, 12-12.
Serliga var tað Halgir Dahl Olesen, sum stóð sterkur í myndini, og hann skjeyt helmingin av málunum hjá hoyvíkingum henda hálvleikin, umframt at hann var við í uppspælinum til flestu av hinum málunum. Hallgir hevur nú fingið sítt gamla pláss á vinstra bakki aftur, og hann sá út til at trívast nógv betur her, enn hann hevur gjørt á høgra bakki seinastu 2 árini.
Hjá Neistanum vóru tað serliga bakkarnir báðir, Áki og Heini, sum gjørdu um seg, og tá Heini hevði skotið 3 tey seinastu málini hjá Neistanum í hesum hálvleikinum, kundi okkurt bent á, at hann var um at verða heitur í vinstra arminum. Verjan hjá H71 tóktist at hugsa sera nogv um at verja fyri, soleiðis at Áki ikki fekk ov stórt rásarúm, men hetta hevði so við sær, vinstra álopssíðan hjá Neistanum fekk nógv betri pláss.
Javnur annar hálvleikur
Í øðrum hálvleiki leikaði javnt á millum liðini bæði. Verjan hjá Neistanum ansaði nú betri eftir Halgiri, men 5-1 uppstillingin førdi samstundis við sær, at H71 fekk nógv betri pláss inni á strikuni. So at siga allan seinna hálvleik spældu hoyvíkingarnir við 2 strikuspælarum, og við tað at Finnur Hansson framhaldandi lá úti fyri at ansa Hallgiri, fingu Bárður Brimvík og Olaf Vestergaard ivaleyst av plássi. Teir gjørdu sær eisini dælt av hesum, og ferð eftir ferð varð neistaverjan yvirspæld, soleiðis teir kundu skjóta bóltin í netið.
Í hinum endanum helt Heini bara fram við at skora, og tað tókist nú vera fullkomuliga líka mikið, hvaðani skjótast skuldi. Brotskøst, langskot og fríspælingar. Alt endaði við at Heini sveiggjaði vinstra armi, og neyðars Jens í hoyvíksmálinum kundi einki gera, uttan at vóna, at fyrr ella seinni mátti Heini raka við síðuna av málinum, men hetta hendi als ikki.
Sum nevnt, so fylgdust liðini væl meginpartin av seinna hálvleiki, og tað var ikki fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, at Neistin megnaði at skræða seg leysar av hoyvíkingunum, soleiðis at teir at enda fingu tey bæði kravdu stigini.
Nógvir manglar
Neistin fekk sostatt tey bæði stigini, sum viðhaldsfólkini kravdu av teimum, men talan var langt frá um nakran avgreiðsluspurning, og dysturin sýndi eisini, at fleiri veikleikar eru á liðnum, sum skulu bøtast, um liðið skal gera sær vón um at halda seg í toppinum.
Uttan at nakað skal verða tikið frá hoyvíkingunum, so má sigast at verjuspælið hjá neistamonnunum riggaði sera illa.
Hóast talan er um stórar menn, sum í fleiri førum høvdu góðar blokeringar, so góvu H71 leikararnir ferð aftan ferð prógv um, at tað væl bar til at spæla seg framvið verjuni.
5-1 uppstillingin, sum varð nýtt meginpartin av seinna hálvleiki riggaði als ikki, og einasta hetta viðførdi var, at Finnur Hansson gleið meira og meira burtur úr spælinum, samstundis sum holini aftan fyri hann vóru nógv og stór. Einastu verjuleikarnir, sum veruliga megnaðu sína uppgávu, vóru Elmar Ósá og Karl Oddmar Rasmussen.
Seinastu minuttirnar av dystinum varð aftur skift til at verja 6-0, og ikki fyrr enn tá, eydnaðist tað at skræða seg leysan.
Í álopspartinum tykist trupulleikin ikki at vera so stórur, og skjúttarnir, sum Neistin hevur í hópinum, áttu eisini at borga fyri einari rúgvu av málum. Hesu ferðina var tað so Heini, sum var tann stóra kanónin, og verður ein roynd gjørd at seta hann burtur úr spælinum, vil hetta helst bara viðføra, at Áki fær betri sømdir. Harafturat kunnu bæði Finnur og Kári skjóta, um tað skal vera, so tað man ikki vera við málskjótingini at trupulleikin hjá Neistanum fer at liggja.
Spennandi lið
Hoyvíkingar tykjast hava eitt rættuliga spennandi lið til hetta kappingarárið. Nógvir ungir leikarar eru á liðnum, og hevur Hallgir ein góðan dag, kann hann geva øllum verjum í landinum trupulleikar.
H71 er tó meira enn Halgir, og menn sum Bárður Brimvík og Olaf Vestergaard tykjast eisini at hava alstóran týdning fyri liðið. Harumframt eru nakrir ungir, sera evnaríkir leikarar í hópinum, so samanumtikið sær tað als ikki so galdið út hjá Hoyvíkingunum.
Størsti trupulleikin tykist tó vera, at breiddin í hópinum er ov lítil, og kann hetta viðføra sera truplar støður, um so er, at skaðar fara at gera um seg hjá H71. Møguliga er hesin trupulleiki tó ikki so stórur, sum onkur vil gera hann til, tí hoyvíkingarnir eiga eisini nakrar leikarar, sum enn ikki eru farnir at venja. Her verður serliga hugsað um Hall Danielsen og Jákup Símun Simonsen, men eisini verður tosað um, at Tróndur Vatnhamar og Jákup á Borg eru farnir undir venjingina, so tað kann verða rættuliga skjótt, at breiddin í hópinum verður størri.
Í øllum førum tykist tað sum, at H71 liðið er væl sterkari, enn hildið varð áðrenn kappingin byrjaði.