Í kvøld verður fyrsti dysturin í tí sum eitur 16. umfari, hóast fleiri lið longu hava spælt 16 dystir. Dysturin er millum KÍ og ÍF. Dysturin verður í Klaksvík og byrjar klokkan 19. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Heimaliðið er í stórformi í løtuni. Seinastu tríggjar dystirnar hevur KÍ vunnið 15-0 til samans. Fyrst vunnu klaksvíkingar 2-0 á NSÍ, síðani 6-0 á Skála og seinast 7-0 á EB/Streymi. Eisini hava allir dystirnir verið á útivølli.
Tað hevur tó ikki verið uttan afturstig, tí í stórsigrinum á EB/Streymi mátti Heini Vatnsdal av vøllinum við vøddaskaða. Eftir dystin segði Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, at hann vónaði ikki at skaðin var so álvarsligur, at føroyski landsliðsspælarin mátti sita uttanfyri til serliga dystin í Champions League, sum verður um eina stóra viku. Tí kundi verið líkt til, at Heini Vatnsdal, um hann kundi spælt, verður spardur.
##med2##
Ísak Simonsen hevur ikki spælt við fullari síðani dystin í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Hann er somuleiðis ivasamur til dystin í kvøld. Nýggi pólski málverjin, Lukasz Jarosinski, og slovenski miðvallarin, David Skrbec, komu til KÍ í summar, men enn eru loyvini ikki komin upp á pláss. Seinasta meldingin er, at teir ikki verða við í kvøld.
Liðtíðindi – KÍ:
Ikki við: Lukasz Jarosinski og David Skrbec (bíða eftir loyvum)
Ivasamir: Ísak Simonsen og Heini Vatnsdal (vøddaskaddir)
##med3##
Betri deildin 16. umfar:
Týsdagin 11. august:
KÍ-ÍF (19.00) Beinleiðis á FM1
Mikudagin 12. august:
HB-AB (18.00) Beinleiðis á FM1
NSÍ-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin 16. august:
TB-EB/Streymur (15.00)
Stigatalvan: (faroesoccer.com