Heini Vatnsdal ikki við

Hann fær ikki møtt til tíðina og verður tí ikki úttikin

Í kvøld verður landsliðið endaliga úttikið, sum skal spæla móti Sveis 13. novembur. Onkrir spælarar hava boðað frá, at teir ikki eru tøkir. Nú skilst, at Heini Vatnsdal heldur ikki verður við.

 

- Eg havi próvtøkur og obligatoriska undirvísing, ið eg skal møta upp til fyri at sleppa upp til próvtøku. Eg spurdi um at sleppa niður til Sveis hósdagin, men tað er ikki ein møguleiki. So status er at eg eri klárur til dyst, men fái ikki møtt fyrr enn hósdagin, greiðir Heini Vatnsdal frá.

 

Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð og Pól Jóhannus Justinussen hava boðað frá, at teir ikki eru tøkir hesaferð. Kristian Joensen er skaddur og heldur ikki tøkur. Níggju spælarar hava longu fingið boð um at møta.

 

Teir eru Gunnar Nielsen (FH Hafnarfjørður, Ísland), Bárður J. Hansen (Fremad Amager, Danmark), Viljormur Davidsen (Vejle BK, Danmark), Hallur Hansson (AC Horsens, Danmark), Heini Vatnsdal (Fremad Amager, Danmark), Rene Shaki Joensen (Vendsyssel FF, Danmark), Brandur H. Olsen (Randers FC, Danmark), Gilli R. Sørensen (Brann SK, Noreg) og Jóan Símun Edmundsson (OB Odense, Danmark).

 

Lars Olsen setur í kvøld navn á 11 spælarar afturat.