Heini Vatnsdal hevur í eina tíð roynt at funnið eitt felag í Danmark, eftir at hann fór niður at lesa. Hann bleiv loystur úr sáttmálanum hjá HB, men nú bendir okkurt á, at Heini er sinnaður at spæla í Føroyum, hóast hann er lesur í Danmark.
- Eg havi tosað við nøkur feløg, tó uttan at nakað konkret er komið burturúr. Eg havi jú skúlan at hugsa um, men um rætta tilboðið kemur, so er tað vert at umhugsa, sigur Heini Vatnsdal.
Søgurnar seta hann í samband við barndómsfelagið, FC Suðuroy, og Víking. Heini er uppvaksin í Vági og FC Suðuroy, sum í ár hevur spílað seg út við millum annað at fáa Høgna Madsen í hópin. Hitt felagið er Víkingur, sum ikki hevur fingið nakran spælara inn fyri Hall Hansson, sum fór til Vendsyssel farna vetur.
Heini Vatnsdal hevur verið rundan um landsliðshópin hjá føroyska landsliðnum seinastu tvey árini.