Teir báðir føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, eru nú farnir í samstarv um at byggja nýtt fongsul í Føroyum.
Teir báðir vísa á, at viðurskiftini hjá tí føroysku kriminalforsorgini eru ikki nøktandi, og hava ikki verið tað leingi. Smærri ábøtur eru gjørdar í Mjørkadali, men tær eru ikki nøktandi.
Men nú skal ein nýggj stór avtala gerast um kriminalforsorgina í øllum ríkinum, og í hesum sambandi hava Sjúrður Skaale og Edmund Joensen biðið um at verða partur av allari tilgongdini fyri at tryggja, at tann føroyski parturin av kriminalforsorgini eisini verður styrktur.
Og higartil hevur gingið væl, siga teir Í samband við fíggjarlógina 2021 heitti Edmund Joensen á donsku stjórnina um at seta 1,5 milliónir av til at kanna viðurskiftini hjá kriminalforsorgini í Føroyum. Tað varð játtað og nú er kanningin liðug, og hósdagin var so fundur ímillum Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, og teir báðar fólkatingslimirnir.
Og teir lata væl at tí teir siga, at tað er eingin ivi um, at stjórnin viðurkennir teir trupulleikar, sum eru.
– Vit høvdu eitt erligt prát við ráðharran og hansara fólk, har vit løgdu fram teir trupulleikar, sum bæði starvsfólk, fangar, og teirra familjur hava av verandi skipan, siga teir báðir fólkatingsmenninir. Nú er eftir at fáa allar partar at sýna vilja til at finna loysnir – og at rinda fyri tær. Og tað er eingin ivi um, hvat tað besta hevði verið tí tað er at byggja eitt nýtt fongsul, sum er bygt til endamálið siga teir, og teir leggja afturat, at nettupp tað er teirra áheitan á stjórnina.
Teir leggja afturat, at kriminalforsorgin er undir sera stórum trýsti í øllum ríkinum, og tørvur er á nýggjari fígging til bæði bygningar og starvsfólk. Hóast vit eru misnøgd við støðuna í Føroyum, er støðan eisini sera ring – næstan hættislig – aðrastaðni. Tí er lítil ivi um, at hóast fleiri pengar verða settir av, tá avtalan verður gjørd í heyst, fer at verða stríð um, hvar og hvussu teir skulu brúkast, siga fólkatingsmenninir.