Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri, og Hugin Eide, framleiðari, hava í meiri enn tvey ár hava arbeitt við filmsverkætlanini "Ludo". Filmurin er næstan liðugur, men enn restar fígging til tað seinasta eftirarbeiðið, til dømis ljóðeftirarbeiði, ljóðbland, tónleik, tekstir, biografdiskar og annað.
- Ein part av hesi fígging royna vit nú at fáa til vega við áhugafígging (á enskum: crowd funding) umvegis alnótina. Til hetta er gjørd ein stuðulssíða á Indiegogo.com, har greitt verður frá verkætlanini, og har eisini ein stuttur treylari er at síggja, siga framleiðararnir í eini fráboðan í dag.
Alt eftir støddini á stuðulsupphæddini, fáa stuðlararnir ymist afturfyri stuðulin.
Áhugafíggingarátakið byrjaði fyri 11 døgum síðani og varðar til 6. mai.
Higartil hava 18 fólk - úr Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og USA - stuðlað filminum við tilsamans 1.315 evrum. Málið er 6.000 evrur og eru sostatt 22 % av upphæddini fingin til vega nú.
- Tað eru 15 ár síðani seinasta føroyska biograffilm (Bye Bye Blue Bird), og vit vóna at fólk - og fyritøkur - taka væl undir við áhugafíggingarátakinum, so Føroyar kunnu fáa enn ein biograffilm. Vit eru so nær við málið, og tað er óberiligt, um tað ikki fer at eydnast, siga framleiðararnir.
Filmurin er knappar 70 minuttir til longdar, og samlaða fíggjarætlanin fyri filmin er slakar 650.000 krónur.