Heita keldan í Kollafirði skal nú gagnnýtast

Nógv vatn er runnið úr heitu kelduni í Kollafirði, síðani tað tiltikna holið niður á ta heitu kelduna varð borað. Nógv óvissa var um hesa orkukeldu frá byrjan av, tí spurningarnir vóru nógvir. Fór vatnið framhaldandi at renna, ella var hetta ein orkukelda, sum møguliga tømdist. Eisini varð spurningur settur við, um hitin í kelduni fór at halda sær.

Nú fleiri ár eru liðin, síðani keldan fór at spræna heitt vatn úr sær, kunnu vit staðfesta, at hitin enn er 27 stig og, at tað renna 15 tons um tíman úr kelduni. Ikki hissini orka.

Kommunan hevur fyri stuttum fingið álit frá ráðgevandi fyritøku, hvussu hendan orkan kann gagnnýtast á besta hátt.

Í fyrstu atløgu verður mælt til at hita teir kommunalu bygningarnar við Sjógv. Her er talan um skúlan, svimjihøllina, ítróttarhøllina, frítíðarskúlan og læknamiðstøðina. Hetta merkir, at vatnið skal flytast gjøgnum eina 1,1 km langa rørskipan gjøgnum bygdavegin,  og tí er tað eisini ein sjálvfylgja at dagføra hetta petti av bygdarvegnum samstundis.

Við Sjógv verður so gjørdur lítil bygningur til hitamiðstøð. Hitamiðstøðin verður eitt lítið tøknihús, har hitapumpan, føðipumpan til hitapumpuna og pumpan, sum pumpar sentralhita út til brúkaran verður staðsett.

Kommunalu bygningarnir, sum skulu bindast í, brúka sum nú er uml 70.000 litar av olju um árið. Við einum oljuprísi á 5 kr, so svarar ársnýtslan til 350.000 kr. í pengum. Her eru nógvir pengar at spara.

Sjálvandi eigur kommunan at ganga á odda við grønum orkuloysnum. Og nú er gingin nóg long tíð, har alt tað heita vatnið er farið til ónyttu. Tíðin er komin, har kommunan ger gagn av heitu kelduni í Kollafirði – sjálvandi.

Um eg verði valdur, so fari eg at gera tað, sum stendur í míni makt fyri at fáa gagnnýtt heitu kelduna. Eina grøna og alternativa orkuloysn, har Tórhavnar kommuna tekur eitt eitt stórt risafet rætta vegin fyri at minka um oljunýtsluna. Samstundis, sum vatnið verður veitt úr kelduni og til miðstaðarøkið, er tað eyðsýnt at nýta høvið at umvæla og dagføra bygdarvegin samstundis.

Jákup Dam,

býráðslimur og valevni á lista E