Síðani hevur íslenska stjórnin togast við IMF lánistovnin um eitt lán, so til ber at koma burtur úr teimun ringasta trupulleikunum, men higartil er bert ein lítil partur av tí játtaða láninum útgoldið Íslandi. Orsøkirnar skulu ikki komast nærri inn á her, men rímuliga greitt er, at Ísland hevur fylgt flestu krøvunum frá IMF.
Nakað eftir at Føroya Landstýri bjóðaði Íslandi lán, samtyktu øll Norðurlond at gera tað sama, men higartil hevur onki Norðurland vilja goldið Íslandi tað játtaða lánið út. Orsøkina siga tey vera, at tey bíða eftir boðum frá IMF lánistovninum, sum skal siga gott fyri, at lánini frá Noreg, Danmark, Svøriki og Finlandi skulu gjaldast út.
Nú øll Norðurlond møtast í Stockholm til árliga Norðurlanaráðsfundin er tað eitt gott høvi hjá føroysku limunum í Norðurlandaráðnum og løgmanni at gera vart við teir trupulleikar, sum Ísland er í.
Tað kann ikki vera rætt, at bert Føroyar og Polen higartil hava goldið Íslandi lánini, meðan norðurlond sita hendur í favn og bíða eftir boðum frá øðrum.
Á sama hátt, sum føroyingar fiskaðu seg úr kreppuni, so fara íslendingar sum frálíðir at gera tað sama.