Áheitan frá býráðslimi: Javnstilla heldur koyripengarnar

Tórshavnar býrað er farið í hernað móti ætlanini hjá Jákupi Mikkelsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at skerja játtanina til Sjósavnið við 100 túsund krónum.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn, øtast við ætlanina. Hann heldur, at Sjósavnið er ein sólskinssøga um, at kommunur og landið kunnu arbeiða saman – og hetta er eitt greitt dømi um, at tað er skjótt at bróta niður tað, sum onnur byggja upp. Landsstýrið skal heldur javnstilla koyripengarnar og soleiðis spara hasar 100 túsund krónurnar, er hansara greiða áheitan.

- Her verður eingin virðing víst. 100 túsund krónur er ein upphædd, sum landsstýrið hevði lætt kunnað spart við at strika kostnaðarendurgjaldið til landsstýrisfólk og løgtingslimir, sum er nógv hægri enn hjá vanliga borgaranum. Eg havi ikki orð fyri, hvussu skelkaður, eg eri av hesum, sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bogi Andreasen, býráðslimur, og Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini, hava fyrrapartin gjørt vart við sína ónøgd.