Áheitan á landsstýrið um vinnumøguleikar fyri Suðuroynna

Til løgmann og landsstýrismenn

Samgonguflokkarnir ásanna, at støðan í Suðuroynni nú er so mikið hættislig, at politisk stig mugu takast, fyri at fáa virksemi aftur í oynni og harvið aftur skapa suðuroyingum arbeiðsmøguleikar bæði innan privat og alment virksemi.
Flokkarnir meta tað ikki vera rímiligt, at virkisbygningar hjá almennum grunnum ella feløgum standa tómir, um áhugi er hjá øðr-um at keypa hesar bygningar og aftur skapa virksemi.
Samgonguflokkarnar heita á Landsstýrið, um at leggja eina ítøkiliga ætlan fyri flokkarnar um at skapa grundarlag fyri javnbjóðis kappingarføri og harvið vinnumøguleikum fyri Suðuroynna.


Tórshavn 12. januar 2005
SambandsflokkurinJavnaðarflokkurin Fólkaflokkurin