Áheitan á landsstýriskvinnuna í Almanna-og heilsumálum

Fjølmiðlarnir bera í dag boðini um, at starvsfólk á landssjúkrahúsinum verða søgd úr starvi komandi dagarnar.Einasta grundgevingin fyri hesum uppsøgnum sigst vera neyðugar sparingar vegna ov lága játtan á løgtingsins fígggjarlóg, t. v. s. at hesar uppsagnir eru ikki grundaðar á neyvt útgreinaðar kanningar, ið vísa, at tørvur ikki er á núverandi tali av starvsfólkum, og at hetta tí eigur at verða minkað.

Neyvan er nakar føroyingur, ið ikki kennir vána støðuna, heilsuverk okkara er í eftir áralanga fíggjarliga niðurpíning. Dagligi tørvurin er fleiri starvsfólk, júst tað mótsatta av tí, leiðslan leggur upp til. Í staðin fyri at fara inn við einari bøtandi hond, verður steinur lagdur oman á byrðu teirra, ið frammanundan royna at fáa niðurpínda heilsuverkið at hóra undan.

Dupult ørkymlandi er at frætta, at partur av uppsagnunum sigst verða neyðugur fyri at fíggja enn eitt lag oman á ein yvirbygning, hvørs vøkstur seinastu mongu árini als ikki stendur mát við veruleikan, ein yvirbygningur, hvørs leiðsla higartil ikki hevur megnað at stýrt stovninum- tvørturímóti.

Miðflokkurin heitir staðiliga á landsstýriskvinnuna at steðga fráboðaðu uppsagnarætlanunum og at at krevja leiðslu landssjúkrahúsins at standa til svars fyri ómenniskjaligu og beinleiðis skaðiligu ætlanir sína


Vinarligast

vegna Miðflokkin

Jenis av Rana, løgtingsmaður