Áheitan til Landsins myndugleikar

    

Undirritaðu feløg vilja við hesum heita á landsins myndugleikar um at taka neyðugu stigini til at forða fyri, at fiskur veiddur í føroyskum sjóøki framhaldandi fer ótilvirkaður av landinum.
Vit skulu minna á, at fiskurin er ogn Føroya fólks, og tað er tí ábyrgdin hjá okkara politiska myndugleika, at tryggja, at hesin fiskur eisini kemur øllum føroyingum til góðar.
Sum støðan er nú, so verða arbeiðspláss beinleiðis útflutt úr Føroyum saman við fiskinum, tí tann fiskur, sum sjálvsagt skuldi verið tilvirkaður og góðskaður her heima, verður fluttur uttanlands, har hann skapar arbeiði til túsundtals arbeiðsfólk.
Støðan er rættuliga álvarslig, tí alsamt økta mongdin av fiski, sum fer av landinum ótil-virkaður, økir um arbeiðsloysi í samfelag okkara og ta samfelagskreppu hetta fer at føra við sær.
Tað er einki órímuligt í, at fólk sum hava sítt livibreyð av fiskivinnuni á landi, krevja, at landsins myndugleikar taka neyðugu stigini til at tryggja okkum, at so nógv sum gjørligt av fiskinum verður tilvirkaður í Føroyum.
Vit vóna, at okkara politikarar vísa sína ábyrgd og beinanvegin taka neyðugu stigini til at tryggja, at forðað verður fyri, at fiskur í stórum nøgdum framhaldandi fer ótilvirkaður av landinum.


Tórshavn, tann 15. juli 2004

Føroya Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag