Heldur eingin tilburður av koronu í gjár

Hesa seinastu vikuna hava fýra tilburðir verið av koronu

Heldur ikki í gjár varð nakar tilburður av koronu staðfestir. Tað sigur landslæknin í dag. Í gjár vórðu annars 1.091 fólk kannað fyri koronu, men øll úrslitini eru negativ. Í løtuni eru sostatt 22 smittað í Føroyum.

 

Í gjár vórðu 526 fólk koppsett. Av teimum fingu 68 fólk fyrru sproytuna og 458 fólk fingu seinnu sproytuna.

 

Nú hava 34.946 fólk fingið fyrru sproytuna, tað eru 65,5 prosent av føroyingum og 30.080 fólk hava fingið seinnu sproytuna og eru liðugt koppsett. Tað ery 56,4 prosent av fólkinum.

 

Tilsamans 65.026 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.