Heldur einki mál í Runavík í dag

1. DEILD: Tað eydnaðist ikki argjamonnum at skora mál ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ

Mikukvøldið var Rói Zachariasen høvuðsleikari, tá ið AB á Sandi tryggjaði sær luttøku í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Í dag vardi hann aftur málið hjá AB, sum í Runavík var partur av málleysum javnleiki

Tað endaði málleyst, tá ið AB var í Runavík seinnapartin. Hetta er annar leygardagurin á rað, at tað endar málleyst, tá ið NSÍ í fyrstu deild eigur heimavøll. Fyri einari viku síðani var tað ímóti TB, sum ætlar sær at flyta upp aftur í bestu deildina, og í dag var tað ímóti AB, sum eisini aftur sær upp aftur í bestu deildina. Í fjør spældu AB og TB í bestu deildini, meðan næstbesta liðið hjá NSÍ var í triðbestu deildini.

Bæði AB og NSÍ hava 11 stig. AB hevur spælt 7 dystir, og NSÍ hevur spælt 6 dystir. Hjá NSÍ snýr tað seg um heimadystin ímóti FC Suðuroy, sum kappingarnevndin hevur gjørt av skal spælast av nýggjum. Dómarin blásti 6. apríl dystin av í seinna hálvleiki, tí tað ikki vóru líkindini at spæla.

Í dag høvdu bæði AB og NSÍ royndir ímóti málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Róa Zachariasen í AB málinum og Jón Petur Thomsen í NSÍ málinum.