Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, staðfestir í dag, at hann heldur fast um avgerðina um, at nýggja Heilsutrygdin skal vera í Klaksvík.
Tað kunngjørdi hann í Løgtinginum í dag.
Hann sigur, at ein orsøk til tað er, at tað fer at gera sítt til eina smidliga skiftistíð frá sjúkrakassanum til heilsutrygdina, tí har eru starvsfólk tøk til størvini.
Sostatt jarðaði hann einaferð fyri allar alt tos um, at stovnurin kortini skal flytast í Sandoynna.
Hann varð eisini spurdur um nakað samband var ímillum Heilsutrygdina og tankan um at flyta Taks úr Saltangará til Klaksvíkar, soleiðis at kabalin verður vend við og at sandoyingar fáa Heilsutrygdina kortini og at klaksvíkingar so fáa Taks afturfyri.
Spurningurin fall tí atGerhard Lognberg hevur tvíhildið um, at tað varð avtalað í samgonguni, at Heilsutrygdin skuldi vera í Sandoy.
Men hetta avsannaði Aksel V. Johannesen staðiliga.
Hann segði, at Taks var ikki hansara málsøki og at Heilsutrygdin verður í Klaksvík, sama hvørja lagnu Taks annars fær.