Suðuroyarsiglingin
? Vit meta framvegis, at Norrøna er ein vælegnað skip at røkja farleiðina til Suðuroyar.
Smyril Line er alt annað enn samt við Strandferðsluna um, hvørjum standi Norrøna er í.
Hetta sigur Smyril Line, nú Landsstýrið hevur gjørt av ikki at at taka av tilboðnum um at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina.
Avgerðin er tikin útfrá eini meting, sum Strandferðslan hevur gjørt av Norrønu.
Strandferðslan mælti frá at at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina av fleiri orsøkum.
Hon er ov gomul og tískil er stórur vandi fyri, at teknisk- og onnur brek fara at føra til óregluliga sigling, hon er dýrari í rakstri enn ætlaði Smyril verður, tí hon brúkar bæði meiri olju og krevur størri manning, hon tekur ov nógvan vind á seg og er tí ring at manøvrera við inni á trongum firðum í myrkri og harumframt er bógportið er sveisað aftur so hon hevur bara eitt hekkuportur og tað ger tað ov longi at losta og lasta hana.
Strandferðslan sigur eisini, at skal Norrøna sigla 21 míl, fer tað at kosta 30 milliónir afturat teimum 56, sum Smyril Line ætlar at gera ábøtur á hana fyri, tí so skal meiri skiftast út.
Smyril Line svarar aftur
Men hesar atfinngingar ímóti Norrønu er Smyril Line ikki samt í.
Í einum brævi til Vinnumálastýrið í gjár, vísir Smyril Line atfinningunum hjá Strandferðsluni aftur.
Í sjey punktum vísir Smyril Line atfinngingunum frá Strandferðsluni aftur.
1) Strandferðslan sigur, at 30 milliónir skulu leggjast afturat tilboðnum frá Smyril Line. Men Smyril Line hevur fingið váttan frá verksmiðjuni, ið ger gervini (gearini) , at gervini á Norrønu kunnu yvirføra megina frá einum størri motori upp á 17.000 hestar. Harumframt hevur verksmiðjan váttað, at akslar og skrúvur kunnu brúkast til motororkuna, sum er neyðug fyri at hon skal kunna sigla 21 míl
2) Hvat vindi viðvíkur, kann staðfestast, at Norrøna hevur siglt í Norðuratlantshavi í 19 ár uttan nakrantíð at avlýsa fyri vind. Tí meta vit ikki, at vindur skuldi volt trupulleikar á suðuroyarleiðini, sigur Smyril Line.
3) Strandferðslan sigur, at í longdini verður tað ein sparing at byggja nýtt skip. Tað veldst alt um, hvussu nógv landið betalir fyri Norrønu. Vit meta so avgjørt, at vit kundu samst um ein prís har landið spardi muanndi pening afturímóti ætlanini at byggja nýtt skip, sigur Smyril Line.
4) Smyril Line sigur, at tað hevur fingið at vita frá Knud E. Hansen, sum eisini hevur projekterað nýggja Smyril, at við nýggjum høvðusmotorum, sum brúka tungolju, fer Norrøna ikki at brúka meiri olju, enn skipið, ætlanin er at byggja, ger. Norrøna kann eisini siglast við somu manning, sum nýggi Smyril. Tí dugir Smyril Line ikki at síggja Norrøna verður dýrari í rakstri.
5) Norrøna hevur bógportur, sum er klassað til altjóða sigling. Sostatt kann koyrast ígjøgnum skipið og skjótari máti at lossa og lasta finst ikki.
6) Tað verður neyðugt hjá báðum skipunum at fara uttanlands í dokk.
7) Norrøna hevur kunnað brúkt atløguplássið á Drelnesi. Men í longdini mugu íløgur sjálvsagt gerast í stabbar at leggja forskipið at. Vit halda ikki, at hetta skuldi verið ein forðing fyri at keypt Norrønu, sigur Smyril Line.
MYNDATEKSTUR: NORRØNA
Smyril Line vísir atfinngingunum hjá Strandferðsluni ímóti Norrønu aftur. Nú Landsstýtrið hevur havnað tilboðnum um at keypa Norrønu, hevur Smyril Line skrivað Vinnumálastýrinum bræv, har tað framvegis metir, at hon er Norrøna er eitt gott keyp og tað ivast ikki í, at semja kundi fingist um ein prís, sum gjørdi, at Landsstýrið spardi nógvan pening
Heldur fast um at Norrøna er vælegnað til suðuroyarsigling
Smyril Line er alt annað enn samt við Strandferðsluni um, hvørjum standi Norrøna er í. Smyril Line staðfestir, at Landstýrið vil ikki keypa hana, men metir framvegis, at hon er vælegnað til suðuroyarsiglingina
Suðuroyarsiglingin
Áki Bertholdsen