Heldur frægari fiskiskapur

- Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju. Ivasamt er, nær teir loysa, tí veðurforsøgnin er ikki góð.

 

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og flestu pør fiska upsa.

 

Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu.

 

- Partrolararnir hava heldur frægari fiskiskap í løtuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør liggja við bryggju.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði, og teir koma møguliga inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju. Ivasamt er, nær teir loysa, tí veðurforsøgnin er ikki góð.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskiskapurin er misjavnur.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.