Heldur fram hjá Økistænastuni

- Vit vilja takka Kristinu J. á Reynatúgvu fyri trúgva tænastu hesi farnu ár, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.

Á nýggjárinum skiftir ábyrgdin fyri Tilhaldinum Hugnanum á Sandi myndugleika.

 

Tað er soleiðis, at Sands kommuna og Økistænastan fyri Sandoyar Sýslu hava gjørt av, at eftir nýggjár verður tað Økistænastan, sum fer at hava ábyrgdina av Tilhaldinum Hugnanum.

 

Sands kommunan hevur havt ábyrgdina av hesum tilboði higartil, og hevur hetta verið sera væl umtókt millum tey eldru.

 

- Nú eldraøkið er vorðið kommunalt burturav, varð mett rættast, at øll ábyrgd fyri tilboðunum til eldru borgarar okkara varð savnað á sama staði og soleiðis undir Økistænastuni fyri Sandoyar Sýslu.

 

Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

 

Hann vísir á, at leiðarin fyri Tilhaldið Hugnan, Kristina J. á Reynatúgvu, sum er í starvi hjá Sands kommunu í dag, hevur tikið av tilboðnum um starv hjá Økistænastuni, har hon kemur at arbeiða við tí sama undir leiðslu av leiðaranum fyri Økistænastuna.

 

- Vit vilja takka Kristinu J. á Reynatúgvu fyri trúgva tænastu hesi farnu árini, sigur Brandur Sandoy.

 

Lagt verður aftrat, at Økistænastan kemur at byggja víðari á undanfarna arbeiði, nú ætlanin er at menna tilboðið í komandi ári.