Tá ið Zlatan Ibrahimovic í summar skifti frá PSG til Manchester United, var avtalan við enska felagið bara galdandi í eitt ár. Í sáttmálanum stóð tó, at hann kundi leingjast við enn einum ári.
Tað hava verið søgur um, at 35 ára gamli sviin hevur ætlað sær at longt um sáttmálan, og nú váttar venjarin, José Mourinho, at Zlatan heldur fram í felagnum eitt ár afturat.
- Støðan við Zlatan er einføld. Hann er glaður fyri at vera her, og vit fara at brúka møguleikan at hava hann her eitt ár afturat, sigur José Mourinho við The Telegraph.
Sambært blaðnum sigur Zlatan sjálvur, at teir enn ikki hava tosað um at leingja samstarvið, men at tað mest sannlíkt fer at henda, tí at tað hvørki er ein trupulleiki fyri hann ella felagið.