Ímeðan Jacob Vestergaard var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, royndi Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, fleiri ferðir at fáa innlit í, á hvørjum grundarlagið landsstýrismaðurin hevði játtað kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir. Eitt nú vildi hann hava at vita, hvørji tilmæli, landsstýrismaðurin hevði fingið frá umsitingini.
Men tað vildi Jacob Vestergaard ongantíð geva innlit í, tí hann segði, at talan var um innanhýsis skjøl. Hann hevur kortini upplýst, at hann, nakrar ferðir vrakaði tilmælini frá umsitingini.
Men nú Jacob Vestergaard er farin frá, hevur Høgn Hoydal roynt eydnuna hjá nýsetta landsstýrismanninum, Árna Skaale. Men eisini tað var til fánýtis, tí heldur ikki hann vil geva innlit í málið. Hann sigur, at støðan hjá hjá fyrrverandi landsstýrismanninum var, at umsitingin skal kunna arbeiða órógvað tá ið mál verða viðgjørd.
Og tað er Árni Skaale samdur í, tí hann sigur, at hetta er í samsvari við fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit. Samstundis hevur Løgtingsins Umboðsmaður onga viðmerking havt til avgerðina um at sýta fyri at geva innlit í innanhýsis metingarnar í hesum málum.
Kortini hevur Umboðsmaðurin viðmerkt, at ein myndugleiki eigur eisini at lata innlit innanhýsis arbeiðsskjøl tá ið tað er av stórum týdningi. Men í hesum ítøkiliga føri metir Umboðsmaðurin, at tilmælið frá umsitingini í Fiskimálaráðnum er undantikið almennum innliti í løtuni.
Grundarlagið fyri hesum er, at áheitan er latin Løgtinginum um at seta kanningarstjóra at kanna fyrisitingarligar avgerðir um ítøkiligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021. Innlit kann tí sýtast í tilmælini í síni heild.
– Landsstýrismaðurin fer tí ikki at lata innlit í tilmælini frá umsitingini at játta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, sigur Árni Skaale.