Heldur ikki landsstýrismaðurin fær nakað at vita

Tagnarskyldan hjá Taks fevnir eisini um sjálvan landsstýrismannin í fíggjarmálum

Hvørki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og enn minni Løgtingið, fáa nakað sum helst at vita um nógv umrødda skattamálið, har reiðaríið, Samherji hevði brúkt føroysku skattaskipanina, og FAS-skipanina, at gjalda sjófólki í Namibia hýru. Úrslitið av tí, var, at reiðarin fekk 17 milliónir aftur í skatti, men tað var av órøttum.

 

Tað er hálvtannað ár síðani, men enn er onki frætt um nakra revsing og tískil hevur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, reist málið á Løgtingið. Í hesum sambandi hevur hann spurt Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvat er hent í málinum. Høgni Hoydal hevur áður spurt um hetta sam og tá svaraði landsstýrismaðin, at eftir skattalógini er tað ólógligt at hann fær innlit í slík mál og tí fær hann ikki svarað spurninginum.

 

Høgni Hoydal gjørdi greitt, at hann hevði fulla virðing fyri, at landsstýrismaðurin ikki kann fáa innlit í einstøk skattamál. men at hann hevði ilt við at góðtaka, at landsstýrismaðurin ikki kann biðja um upplýsingar frá TAKS um, hvar hetta málið liggur, ella at hann ikki kann spyrja ákæruvaldið. Tí hevur hann sett spurningin einaferð aftur – men svarið frá Una Rasmussen er enn tað sama.

 

Tað stendur í skattalógini, at tað er bannað skattavaldinum at siga óviðkomandi frá nøkrum av tí, sum tað fær at vita um nøkur viðurskiftið í sambandi við skattamál. Bæði landsstýrið, og Løgtingið eru at rokna sum óviðkomandi, og tí hevur landsstýrismaðurin ikki innlit í tey viðurskifti, sum spurt verður um, sigur Uni Rasmussen.