Heldur lakari enn í fjør

Faroe Petroleum kunngerð halvársroknskapin fyri fyrra hálvár í ár, sum er heldur lakari enn somu tíð í fjør.

Faroe Petroleum kunngerð halvársroknskapin fyri fyrra hálvár í ár, sum er heldur lakari enn somu tíð í fjør.

 

Sølan fyrra hálvár í ár var 785 milliónir krónur, samanborið við 799 milliónir fyrra hálvár 2012. Rakstrarúrslitið fyri skatt, rentur, avskrivingar og leitikostnað (EBITDAX) var 502 milliónir krónur samanborið við 554 milliónir fyrra hálvár 2012.

 

Um úrslitið sigur Faroe Petroleum:

2013 verður eitt sera virkið ár fyri Faroe Petroleum. Felagið hevur higartil borað 3 leitibrunnar, og er júst byrjað at bora tann fyrsta av 6 brunnum teir komandi mánaðarnar. Árið byrjaði við Rodriquez fundinum, sum vísti seg at hava sera góðar jarðgoymslur, og hildið verður fram við leiti‐ og metingarvirkseminum á loyvinum, tá Solberg brunnurin ætlandi verður boraður í 2014. Felagið er spent uppá boringarnar á Butch brunnunum (Faroe 15%), sum verða boraðir á sama øki, sum Butch fundið varð gjørt á í 2011. Eisini er stórur áhugi fyri Novus brunninum á Halten bankanum (Faroe 30%).

 

Okkara fokus á nýggj og óbúgvin økir heldur fram, og felagið hevur styrkt um sína støðu í Barentshavinum, har eitt nýtt leitiloyvi varð lutað í 22. norska útbjóðingarumfarinum. Eni, sum er felagið við mest sukses í Barentshavinum, er fyristøðufelag á loyvinum. Feløgini hava bundið seg til at bora á Dazzler leitimiðinum, og væntandi verður borað í 2015.

 

Tá tað kemur til framleiðslu, er keypið av East Foinaven oljuframleiðslueindini nú avgreitt (Faroe 10%), samstundis sum at Hyme byrjaði at framleiða í mars (Faroe 7.5%). Orca gasskeldan (Faroe 3.24%) verður nú útbygd, og væntandi byrjar framleiðslan áðrenn ársenda. Ein framleiðslubrunnur verður eisini boraður á Schooner (Faroe 6.9%) gasskelduni.

 

Við støðugum peningarensli, tøkum peningi og lánifasilitetum, er felagið í einari sera góðari støðu til at útføra sína virknu boriætlan og fara eftir nýggjum íløgumøguleikum, soleiðis at felagið fær gagnnýtt skattaundirskotið, økt um peningarenslið og skapt virðisøking fyri partaeigarar felagsins.