Heldur lakari prísir í dag

Teir flestu prísirnir á uppboðssøluni hjá Fiskamarkaði Føroya vóru heldur lakari í dag enn í síðstu viku. Góð 60 tons av toski vóru á uppboðnum, og tann besti toskaprísurin kom upp í 23,90 krónur. Meðalprísurin á tí størsta toskinum var 21,53 krónur, og toskur II fór fyri 19,62 krónur í meðal fyri kilo.

Hýsan fekk heldur ikki so góðan prís í dag. Smá 30 tons av hýsu vóru boðin út. Tann størsta hýsan kom upp í 19,80 krónur, men meðalprísurin var 14,91 krónur. Meðalprísurin á hýsu II var 12,32 krónur. Góð 30 tons vóru av longu, og besti prísurin var 15,80 krónur.

Nakað av flatfiski var í dag. Havtaskan kom upp í 26,80 krónur, tungan fór fyri 28,00 krónur, og prísurin á reyðsprøku var 15,00 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 157 tons fyri góðar tvær milliónir krónur í dag.