Úrslitið hjá Atlantic Airways annan ársfjórðing í ár eftir skatt var 5,7 mió. kr. samanborið við 9,9 mió. kr. í fjør. Úrslitið fyrra hálvár í 2012 var 1,4 mió. kr. samanborið 7,8 mió. kr. í 2011. Hægri kapitalkostnaður í sambandi við nýggja Airbus-flogfarið, minni leiguflúgving í Evropa og hækkaður oljuprísur togaðu úrslitið niðureftir.
Samlaða sølan hjá felagnum vaks úr 203 mió. kr. fyrra hálvár í fjør upp í 215 mió. kr. sama tíðarskeið í ár. Úrslitið áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar fyrra hálvár í ár var 31,7 mió. kr. samanborið við 32,2 mió. kr. fyrra hálvár í fjør. Úrslitið áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar annan ársfjórðing í ár var 24,7 mió. kr. samanborið við 22,9 mió. kr. í fjør.
Fyrra hálvár í ár var serligt, tí vit fingu nýggja Airbus-flogfarið í flotan. Hetta hevði við sær hægri kapitalkostnað, men flogfarið hevur roynst sera væl. Oljuprísurin er hækkaður fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør, og leiguflúgvingin í Evropa minkaði. Hinvegin er virksemið í tyrluflúgvingini vaksið og gevur størri íkast, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Airbus-flogfarið fór undir regluliga flúgving 28. mars, tá felagið fylti 24 ár. Í longdini verður flogfarið bíligari í rakstri enn BAE-flogførini, men ferðafólkatalið annan ársfjórðing í ár var heldur minni enn væntað, hóast útboðið var størri, og prísskipanin varð gjørd lagaligari. Nakað av summarflúgvingini hevur forskotið seg frá seint í juni til fyrst í juli, tí fleiri skúlar fóru seint í summafrí.
Flúgvingin fyri Statoil gjørdist fult virkin í juni, tá leitingin við Føroyar byrjaði. Atlantic Airways stendur fyri bæði tyrluflúgvingini og flutninginum millum Norra og Føroyar fyri norska oljufelagið.
Nógv flúgving er í juli og august bæði í og uttan fyri Føroyar, og tyrluflúgvingin er økt munandi. Tí vænta vit, at raksturin kastar meiri av sær í triðja ársfjórðingi. Tó kann væntast, at mongu avlýsingarnar í juli eisini fara at ávirka úrslitið triðja ársfjórðing, sigur Magni Arge.
Eginpeningurin hjá Atlantic Airways er nú 232 milliónir krónur og solvensurin 44% og gjaldførið var 91 milliónir krónur pr. 30. Juni 2012.