Heldur skattalætta enn stuðul

? Hetta líkist eini ætlan at stovna ein Framtaksgrunn afturat. Og tað skilji eg ikki, sigur Vilhelm M Johannesen formaður í arbeiðsgevarafelagnum um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum

?Studningur eigur ikki at vera latin til at endurnýggja vinnutól.

Tað sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag,Vilhelm M. Johannesen.

Arbeiðsgevarafelagið hevur í nógv ár tikið ógvuliga virkið lut í samfelagskjakinum, ikki minst og ikki minst í kjakinum um vinnulívspolitikkin.

Vit hava tí spurt formannin í felagnum, hvat hann sigur til, at eitt uppskot um at lata stuðul til at endurnýggja loksins er komið á tingborð, eftir at tosað hevur verið um tað í hálvtannað ár.

Hann sigur, at í grundregluni er Føroya Arbeiðsgevarafelag ímóti, at stuðuli til vinnuna.

Men hetta er bara í grundregluni, tí Vilhelm M. Johannesen leggur stóran dent á, at hann kennir ikki nóg væl til teir ávísu trupulleikarnar, sum fiskiflotin hevur.

? Men megnar vinnan ikki at endurnýggja seg við egnum avkasti, er tað ógvuliga óheppið.

? Tað er ringt hjá mær at siga, at tað ber til at endurnýggja fiskiflotan við ongum stuðuli, um flotin sjálvir sigur, at tað ikki ber til.

? Men grundreglan er, at stuðul eigur ikki at verða latin til slíkt.


Heldur skattalætti o.a.

Hann sigur, at heldur enn stuðul, eiga politikararnir at geva vinnuni tryggar karmar at virka undir.

? Eitt nú er tað neyðugt, at vinnan fær eina trygga lóggávu at virka undir, og at fortreytirnar ikki verða broyttar í heilum.

? Hann heldur tí, at tað, sum er mest neyðugt, er, at politikarar heilt greitt stinga út kortini, hvør kósin verður og at hildið verður fast um hesa kós.

? Og heldur enn stuðul, skuldi onnur tiltøk verið sett í verk, sum stimbraði uppundir vinnulívið.

Eitt nú mælir formaðurin í Føroya Arbeiðsgevara til, at vinnan fær skattalætta og at ?carry back? skattareglar verða settar í verk.

? Tað vil siga, at ársúrslitið hjá eini fyritøku skal javnast út yvir eitt ávíst áramál.

? Tvs, at betalir ein fyritøka hon skatt eitt ár, skal hon hava pening aftur, um hon hevur undirskot árið eftir, ella í nøkur ár eftir tað

? Og eitt tilmælið afturat, er, at hámarkið fyri tað, sum kann avskrivast beinanvegin, verður munandi hækkað.


Bíða og bíða

Vilhelm M. Johannesen sigur, at uppskotið hjá javnaðarflokkinum um at endurnýggja fiskiflotan, minnir mest um eina ætlan at stovna ein Framtaksgrunn afturat.

Og tað skilir hann ikki.

? Vit hava ein Framtaksgrunn. Kanska er tað lættari at broyta hann, so at hann kann taka ein virknari leiklut í endurnýggingini av fiskiflotanum, um hann er veruliga er so illa fyri, at ongin vegur er uttanum. Tí tað er ongin orsøk til, at Framtaksgrunnurin bara skal bøla omaná pengunum.

Men Vilhelm M Johannesen sigur eisini, at tað er væl hugsandi, at øll hendan óvissan, sum nú ræðir, ger, at fólk,sum hava vágafúsan pening, aftra seg, tí tey bíða eftir stuðuli.

?Ongin við skili fer at seta pening í vinnulív nú, um tey vænta at fáa stuðul seinni.

? Tí kann væl henda, at øll hendan óvissan um stuðul ella ikki, er ein beinleiðis forðing fyri, at fiskiflotin verður endurnýggjaður, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hann heldur, at fær vinnan tryggar karmar, ber tað til hjá henni at endurnýggja seg og at laga seg til umstøðurnar, hóast hon ikki fær stuðul.

? Tað er alivinnan eitt gott dømi um, sigur Vilhelm M. Johannesen.