Helena er fødd í Keypmannahavn. Foreldrini vóru Ása fødd Jensen fødd í 1932 og Atli P. Dam, føddur í 1932 og deyður 7. februar í ár. Tá ið Helena var trettan ára gomu flutti hon til Føroya saman við mammuni, sum er gift Ólavi Hátún.
Helena leyk nýmálsligt studentsprógv í Hoydølum í 1975. Síðani flutti hon til Keypmannahavnar, har hon við lærda háskúlan í 1983 gjørdist cand. mag. í týskum og donskum máli og bókmentum. Serritgerðin snúði seg um skaldsøguna Barbaru hjá Jørgen Frantz Jacobsen. Helena hevur fleiri ferðir hildið fyrilestrar um Jørgen Frantz og Barbaru.
Fyrstu tíðina, eftir at hon var flutt aftur til Føroya, var Helena lærari í Studentaskúlanum við Gøtugjógv. 1985-87 arbeiddi hon á Landsskúlafyrisitingini, og síðani 1988 hevur hon starvast í Skúlabókagrunninum. Tvey tey fyrstu árini var hon konsulentur, og síðani 1990 hevur hon verið leiðari og seinni stjóri í grunninum burtursæð frá, tá ið hon orsaka av politiskum uppgávum hevur verið í farloyvi.
Í lestrartíðini í Keypmannahavn hevði Helena verið uppi í MFS arbeiðnum. Men tá ið hon í 1990 varð stillað upp til løgtingsvalið á sjálvstýrislistanum í Suðurstreymoyar valdømi, hevði Helena ikki verið uppi í partapolitikki áður. Hon varð vald og afturvald í 1994 og í 1998. Sjálv hevur Helena sagt, at tað var fíggjarliga óskilið við ovurnýtslu og ovurstuðli til vinnuna í áttati árunum, sum hon helt seg síggja fóru at enda við búskaparligum skrædli, ið vóru orsøk til, at hon í 1990 bjóðaði seg fram á løgtingsvalinum.
Helena var frá mai 1993 og til november 2001 formaður í tingbólkinum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hon var formaður í Rættarnevndini 1993-1994 og aftur í 2001. Hon var formaður í Marknaðarnevndini 1994-1995, og 1995-1998 var hon formaður í Uttanlandsnevndini. 1990-1998 var hon limur í Tingmannaráði Útnorðurs.
Frá 1998 og til 2001 var Helena landsstýrismaður í heilsu- og almennamálum. Harvið var hon fyrsti kvinnuligi landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Sum floksformaður var hon frammarlaga í samráðingunum, sum fullveldislandsstýrið hevði við donsku stjórnina, men í november 2001 tók Helena seg úr Sjálvstýrisflokkinum, og í februar 2002 gjørdist hon limur í Javnaðarflokkinum. Hon varð ikki uppstillað á valinum í apríl 2002.
Í 2004 var Helena á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy, har hon rakk triðja plássinum og var 39 atkvøður frá at vinna seinna umdømisvalda sessin. Á fólkatingsvalinum 8. februar í ár var hon tann á javnaðarlistanum, sum næst eftir løgmann fekk flestar atkvøður. Hóast Helena ikki hevur vunnið tingsess, so kundu úrslitini á valunum tey bæði seinastu árini bent á, at veljarin eisini á næsta vali fer at hava møguleika at taka støðu til, um Helena Dam á Neystabø skal í tingið.
31. oktober í 1981 giftist Helena Kristiani á Neystabø í Havn. Hann er føddur 27. oktober 1951. Helena og Kristian eiga trý børn - Dánjal føddur í 1979, Katrin fødd í 1981 og Ása fødd í 1986. Dánjal býr í Keypmannahavn, Katrin í Århus og Ása er framvegis heima hjá foreldrunum.
Eftir at Helena var farin úr Løgtinginum, leyk hon í 2004 master, MPM, í leiðslu og fyrisiting á lærda háskúlanum í Odense.
Nógvu tey fyrru árini eftir útisetatíðina búðu tey á Neystabø í góðum grannalagi undir Brúnni. Fyri stuttum eru tey flutt oman á Skansavegin.
Í frítíðini hava Helena og Kristian og børnini verið nógv uppi í ítrótti. Hon spældi í síni tíð hondbólt í Neistanum, sum vann FM mest sum á hvørjum ári, og hon var á B36 kvinnuliðnum, sum vann fyrsta FM heitið í kvinnufótbólti. Tey seinnu árini hevur tað fyrst og fremst verið B36, har maðurin í langt áramál var formaður, sum hevur verið á skránni.
Føðingardagin er Helena burturstadd.J