Við 24 atkvøðum frá teimum umleið 100 møttu limunum í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag eydnaðist tað ikki Helenu Dam á Neystabø at gerast valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið komandi. Í øllum førum sleppur hon ikki at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoy.
Stórur spenningur hevur verið, hvørt tað fór at eydnast Helenu Dam á Neystabø at sleppa upp á listan, nú hon í síðstu viku meldaði seg sum lim í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði annan og triðja uppstillingarfund í hølum Starvsmannafelagsins mikukvøldið, og tá skuldu limirnir velja út 11 valevni av teimum 15, sum vóru í uppskoti. Helena Dam á Neystabø varð skotin upp á øðrum uppstillingarfundi, men tá atkvøtt varð, fall hon á 12. pláss á listanum. Hon var 20 atkvøður frá at vinna 11. plássið.
Síðani varð annar uppstillingarfundur niðurlagdur, og triðji uppstillingarfundur settur løtu seinni. Á triðja uppstillingarfundi kundi bert atkvøðast ? nýggj fólk kunnu tá ikki koma á listan, og tá skuldu møttu limirnir kjósa sær tey 11 fólkini, sum skulu verða valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 30. apríl.
Eftir at úrslitið av øðrum uppstillingarfundi var greitt, varð sjálvandi stórur spenningur, hvussu atkvøðubýtið fór at verða eftir triðja uppstillingarfund, men har var kortini ikki tann stóra broytingin. Tey somu 11 fólkini vórðu vald á listan, men Helena Dam á Neystabø endaði hesaferð sum nummar 13, og vantaðu henni 28 atkvøður í at vinna seg fram um nummar 11 á listanum.
Saman við Helenu Dam á Neystabø høvdu fleiri fólk teknað seg sum limir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag seinastu dagarnar. Men tey sluppu ? eins og Helena sjálv ? ikki at atkvøða, tí lógir Javnaðarfloksins siga, at atkvøðurætt á uppstillingarfundi, hava bara fólk, sum vóru limir fyri fyrsta uppstillingarfund, og hann hevur verið fyri fleiri mánaðum síðani.