Helena kann fáa dóm

Lógarbrotini hjá Helenu Dam á Neystabø í sambandi við pensjónsmálið vóru so mikið álvarslig, at tað kann koma upp á tal at revsa fyrrverandi landsstýriskvinnuna eftir revsilógini. Upprit frá løgfrøðingi hjá Fólkatingsins Umboðsmannastovni mælir løgmanni til at fara viðari við málinum

 

Anfinn Kallsberg, løgmaður, situr í hesum døgum og umhugsar, um pensjónsmálið skal fáa víðari fylgjur fyri Helenu Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstýriskvinnu.

Niðurstøðan hjá løgdeildini um handfaringina av pensjónsmálinum hevur verið til viðgerar hjá løgfrøðingi, sum arbeiðir hjá Fólkatingsins Umboðsmannastovni. Hesin staðfestir frágreiðingina frá Løgdeildini og ræðir løgmanni til at fara víðari við málinum.

Sosialurin hevur fingið fatur á einum telefonuppriti, sum Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, hevur skrivað eftir telefonsamrøðu við Carsten Lojborg frá Fólkatingsins Umboðsmannastovni. Og harafturat hevur Sosialurin eisini fingið fatur á einum uppriti, sum løgmansstjórin skrivaði til løgmann, tá Helena Dam á Neystabø fekk møguleikan sjálv at siga seg úr landsstýrissessinum ella at verða koyrd úr honum.

Hesi skjøl mæla løgmanni til at tryggja sær, at ruddað verður upp í málinum og at umhugsa málið í sambandi við løgtingslógina um ábyrgd landsstýrissins.


Ruddað upp

Uppritið av telefonsamrøðuni millum Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, og C. Lojborg, frá Umboðsmannastovu Fólkatingsins sýnir, at C. Lojborg heldur tað vera sólarklárt, at viðkomandi landsstýrismaður átti at fara frá.

C. Lojborg vísir eisini á, at tað ikki er vist, at málið er liðugt, um landsstýrismaðurin fer frá. Hann ger vart við, at í Danmark hevði verið umhugsað, hví málið gekk so galið. Spurningar høvdu verið settir um, hvørt tað eru serligir trupulleikar í embætisverkinum, og myndugleikin hevði verið eftirhugdur so ella so.

Hetta arbeiðið er løgmaður farin í gongd við. Hann hevur álagt nýggja landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum at fáa viðurskiftini á Almanna- og Heilsumálastýrinum í rættlag og møguliga bera so í bandi, at lóggivið verður við afturvirkandi kraft.

Men løgmaður bíðar eisini eftir eini frágreiðing frá Landsgranskoðarnum um, hvussu nógvan pening Helena Dam á Neystabø í veruleikanum hevur goldið út uttan heimild.


Afturhelt upplýsingum

Tá landsstýrismálanevndin tók upp málið um embætisførsluna í pensjónsmálinum vóru nøkur innanhýsis skjøl í Almanna- og Heilsustýrinum, sum landsstýrismálanevndin ikki fekk fatur á, tí Helena Dam á Neystabø metti tey ikki vera neyðug at útflýggja.

Hetta heldur C. Lojborg eisini vera sera álvarsligt. Telefonuppritið sigur soleiðis:

»Tað er ?meget åbenbart?, at landsstýrismaðurin hevur afturhildið upplýsingar fyri tingsins nevnd. Hesi skjøl eru á ein hátt at meta sum kjarnin í málinum, og tað áliggur á ongan hátt landsstýrismanninum at meta um, hvørt hesi skjøl eru viðkomandi ella ikki.«

Sambært lógini um ábyrgd landsstýrisins er hetta revsivert.

Í stykki 2 í grein 5 í lógini um ábyrgd landsstýrisins stendur, at løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Upplýsingarnir, sum Helena Dam á Neystabø afturhelt, høvdu týdning fyri málið. Tí kann hon revsast eftir hesi grein.

Revsingin, sum er ásett í grein 6, er bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.

Løgmaður metir tó ikki, at neyðugt verður at fara í rættin við hesum. Men hann ger kortini greitt, at tað kann henda, tí hann ikki er liðugur at umhugsa málið.

? Tað er álvarsamt, at ein landsstýrismaður afturheldur upplýsingum. Men í hesum føri fekk eg fatur á upplýsingunum og lat landsstýrismálanevndini teir. Og niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini broyttist ikki, eftir at hon hevði fingið skjølini, sigur løgmaður.

? Men tað er heilt greitt, at tað er uppsagnargrund, at ein landsstýrismaður afturheldur upplýsingum, sigur Anfinn Kallsberg.


Spurningur um siðvenju

Kári á Rógvi, løgfrøðingur, er samdur við, at tað er nógv, sum talar fyri, at pensjónsmálið kann verða tikið upp í rættinum. Men hann staðfestir samstundis, at tað ikki er vanligt í londum, sum vit sammeta okkum við, at revsa landsstýrismenn, sum hava tikið politsku avleiðingarnar av sínum mistøkum.

? Fer ein landsstýrismaður, sum hevur forbrotið seg, úr starvi, er vanligt, at hann sleppur undan bæði revsiábyrgd og endurgjaldsábyrgd, sigur Kári á Rógvi.

? Í Føroyum hava vit enn onga siðvenju fyri, hvussu slík mál skulu avgreiðast. Tí er neyðugt, at politisku myndugleikarnir ? og serliga løgtingið - stinga eina greiða linju út í kortið í hesum málinum. Ein slík linja kemur at verða vegleiðandi fyri onnur mál í framtíðini eisini, sigur Kári á Rógvi, løgfrøðingur.