Helena og viðurskifti teirra sálarliga sjúku

Hósdagin tann 28. oktober stóð at lesa í Sosialinum um viðurskifti teirra sálarliga sjúku í Føroyum. Tað sum undirritaði bleiv heldur skelkaður av, var av svarinum hjá Helenu Dam á Neystabø upp á spurningin hjá Finni Helmsdal.

Í svarionum sigur Helena Dam á Neystabø, at umframt tær 2.800 krónurnar um mánaðin, fær hvør einstøk deild 7.403 krónur um mánaðin, sum nýttar verða til ítriv o. a. Hvaðani Helena Dam á Neystabø hevur fingið hesi tøl frá, er il at siga, men í øllum førum hevur hetta púrt einki við veruleikan at gera, tí krónutal sum hvør einstøk deild fær, er hvørki meir ella minni enn 400 krón ur um mánaðin.

Harumframt haldi eg ikki, at Helena Dam á Neystabø eigur at blanda klubbvirksemi og ergoterapideildina saman við ítrívspeningarnar, ið býttir verða millum deildirnar, tí bæði klubbvirksemi og ergoterapideildin eru ein eind fyri seg sjálvan, ið eru roknaðar til sálarliga sjúku í Føroyum, sum á ein ella annan hátt hava tørv á ítrivi ella sosialari samveru, og hetta er fyri ein part borgarar, ið ikki eru innlagdir.

Eg skal at enda gera vart við, at um Helena Dam á Neystabø ynskir at fáa reellar upplýsingar um ítrivspengar o. a., ið viðvíkur psykiatrisku deild, kann hon altíð venda sær til psykiatrisku deild og fáa sannar upplýsingar um hetta.

Annars haldi eg, at tað hevði verið hugaligt, um tær psykiatrisku deildirnar høvdu fingið hesar 7.403 krónurnar um mánaðin, sum Helena Dam á Neystabø sigur, at tær fáa, tí her kundi øi øllum førum ein partur av hesum pengum verið nýttir til endurnýggjan av niðurslitnum innbúgvi o. ø., sum hevur verið nýtt síðani 1973.

Tú ert heppin, fært tú eitt náttborð, ið er heilt, fyri ikki at tala um lesilampur, ið als ikki eru til á deildini.


Sámal Lindenskov,

pleygari á D II