Semjan á almenna arbeiðsmarknaðinum merkir, at Mentamálaráðið skal finna sjey milliónir krónur í øktum lønum, harav lærarar skulu hava tær tríggjar. Tað fer at ávirka allarflestu ráðini, nú lønarsamráðingarnar endaðu við einum lønarvøkstri hjá alment settu starvsfólkunum á eitt prosent.
Mentamálaráðið er eitt av hart raktu ráðunum.
- Tað fer sjálvandi at ávirka lønirnar hjá teimum, sum starvast hjá Mentamálaráðnum, og tað er í serligan mun lærararnir. Lønarmassin hjá lærarunum liggur um 270 milliónir krónur, og eitt prosent aftrat merkir, at vit skulu finna smáar tríggjar milliónir aftrat í lønum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur, at hetta fer at skunda undir skúlareformin, sum hon hevur mælt til, eisini av fakligum orsøkum.
- Restin av økinum, sum ikki er komin upp á pláss enn, merkir so aðrar fýra milliónir, um hetta eina prosentið eisini verður galdandi fyri teir starvsbólkar, sum enn ikki hava gjørt nýggjan sáttmála, sigur Helena Dam á Neystabø.
Landsstýriskvinnan væntar, at til ber at finna fleiri sparingar innan fyri nýggja skúlareformin, sum væntandi verður settur í gildi innan alt ov langt er umliðið.