Helena sýnir fram í Williamsstovu

Listaframsýning við akademiskum kol/krit-tekningum, olju og akrylmálningum verður í Williamsstovu 18. - 22. juni.

Fríggjadagin verður fernisering, tá Helena Dam fer at sýna fram í Williamsstovu í Niels Finsensgøtu. Ferniseringin verður frá klokkan 16. til 18.

 

Til ferniseringina fer Ólavur Jakobsen at spæla klassiskan gittar.

 

Helena Dam, sum er úr Havn og er 56 ára gomul, er í løtini undir útbúgving á »Sara« – The Swedish Academy of Realist Art – í Svøríki. Hon verður útlærd á sumri næsta ár.