Í gjár samtykti Føroya Løgting, at størsta upphædd, sum kann verða latin í útbúgvingarstuðli uttanfyri Norðurlond frá 1. August 2010 verður skorin úr 120.000 krónum um árið til 100.000 krónur um árið. Árið eftir verða 20.000 afturat skornar av, og tað merkir, at upphæddin verður skorin við einum triðingi. Harafturat samtykti tingið, at vanligi studningurin ikki verður prístalsreguleraður næsta ár.
Hetta gevur eina sparing á eina millión.
Men hetta er eftir øllum at døma bara byrjanin til eina umskipan av studningi.
Undir viðgerðini av uppskotinum, sum varð samtykt í gjár, kom eisini fram, at ávís undirtøka er í tinginum at broyta skipanina munandi.
Avskriva í 10 ár
Eitt hugskot var, at skipa allan útbúgvingarstuðul uttanfyri Norðurlond sum lán, sum skulu rindast aftur, um fólk ikki flyta heim eftir lokna útbúgving. Og flyta fólkini heim, so var frammi, at lánið skuldi avskrivast upp á 10 ár.
Og eftir øllum at døma er hetta ikki bara eitt hugskot í tinginum. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna segði við Rás2 í gjár, at hon fer at seta ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar fyri at broyta skipanina.
Ætlanin við hesum lánum er, at fleiri fólk skulu flyta heim eftir lokna útbúgving, og flyta tey ikki heim, so skulu tey sjálvi rinda fyri sína útbúgving.
– Vit fara saman við stuðulsstovninum undir at kanna, hvørjir møguleikar eru, og at fólk verða biðin um at koma aftur til mín við ymiskum uppskotum, hvussu vit kunnu skipa okkum í framtíðini. Millum annað við atliti til, at tað kann verða neyðugt at leggja ein størri part um til lán, segði Helena Dam á Neystabø við Rás2 í gjár.
Hon legði afturat, at tað ikki ber til at siga, nær hetta arbeiði verður klárt.
– So fara øll at lesa í Danmark
Rúna Jakobsen, forkvinna í meginfelag føroyska studenta, er sannførd um, at verður hugskotið at gera allan studning til lán, so dettur ætlanin at fáa fólk at lesa uttan fyri Danmark niður ímillum
Lestrarlán
Eirikur í Jákupsstovu
Hóast Rúna Jakobsen, forkvinna í meginfelag føroyska studenta, dugir at síggja, hvat ætlanin er við hesum hugskoti, so heldur hon ikki at tað veruliga hongur saman.
– Tey hava í nógv ár tosað um at fáa fólk at lesa uttanfyri Norðurlond, men verður hetta uppskoti veruleiki, so er stórur møguleiki fyri, at fólk heldur fara at lesa í Danmark, har tey fáa útbúgvingarstuðul, sigur Rúna Jakobsen.
Hon leggur afturat, at hetta uppskotið kann geva meining úti í framtíðini, tá fólk eru innstillað uppá at lesa í øðrum londum enn í Danmark.
Útisetakanning
Forkvinnan í meginfelag føroyska studenta heldur hinvegin, at er ætlanin at fáa fólk at flyta heim, so eru tað nógv onnur viðurskifti, sum heldur skuldi verið farið eftir.
– Tað hevði verið betur at skipað soleiðis fyri, at tingini, sum vórðu nevnd í útisetakanningini komu upp á pláss, heldur enn at royna at noyða fólk heim við lánum.
– Eg rokni við, at fólk heldur vilja hava góð arbeiðir við rímiligari løn, samstundis, sum tey hava eitt lán, heldur enn at hava eitt minni gott arbeiði og ikki hava eitt lán, sigur Rúna Jakobsen.
Hon leggur afturat, at tað er skeivt at samanbera Føroyar so nógv við onnur lond, tí í hinum londunum ber til at fáa sær eina útbúgving, men hevði tað verið soleiðis, at góðir útbúgvingarmøguleikar vóru í Føroyum, so hevði málið sæð øðrvísi út.