Flogbóltur
Tað var undir dysti, at óhappið hendi. Kvinnulandsliðið var í Danmark og leikti tveir venjingardystir móti danska elituliðnum Rosenlund, tá Helga var so óheppin at koma skeivt niður aftur eftir eitt føroysk álop.
- Bólturin varð lagdur upp til mín at sláa og av tí at eg kom í so nær netinum bendi eg ryggin afturav í tí eg slerdi. Tíverri náddi eg ikki at rætta uppaftur áðrenn eg lendi, og tá merkti eg alt fyri eitt, at okkurt hendi, tí eg fekk so ótrúliga ilt, greiðir Helga frá.
Græt sum eitt smábarn
Nú eru nakrar vikur síðani landsliðið kom aftur av ferð, men enn er skaðin so mikið ringur, at hon fær ikki vant við hinum leikarunum.
- Eg var við tá liðið vandi um vikuskiftið og í fyrstani sá alt út til at ganga sum tað skuldi. Men tá vit fóru undir álopsvenjingarnar frammi við netið merkti eg alt fyri eitt pínuna. Eg fekk so øgiliga ilt í ryggin tá eg skuldi sláa, so eg gavst beinanvegin, sigur Helga.
Fyri Helgu Nordendal var tað ein sera dyggur smeitur, at ivi nú varð sáddur um, hvørt hon verður tøk til allar dystirnar á Isle of Man. Sjálv hevur hon lagt nógv fyri í ár, sum skuldi gerast nakað heilt serligt, nú felagið hon leikar við dagliga, Dráttur, gjørdist Føroyameistari á fyrsta sinni.
Har var 25 ára gamla Helga ein av stuðulsleikarunum og tað var eisini væntandi at hon fór at gerast tað á Oyggjaleikunum.
- Árið hevur verið serstakliga gott fyri okkum í Drátti, tí umframt at vit vunnu meistaraheitið so vóru vit eisini í steypafinaluni annað árið á rað. Tí hevði eg sett mær fyri, at gera nógv við landsliðsvenjingina hesaferð, tí eg vil fegin hjálpa Føroyum at vinna gull á Oyggjaleikunum áðrenn eg fari at gevast við flogbólti, sigur Helga.
- Tí græt eg sum eitt smábarn, tá eg leygardagin fann út av, at skaðin enn darvaði so mikið, at eg ikki kundi venja ígjøgnum. Skotbráið til Oyggjaleikirnar er nú so stutt, at eg ivist í, um eg verið klár tá leikirnir byrja og tað eri eg sera kedd um, sigur hon.
Vónar tað besta
Sum sagt hevur Helga gingið til viðgerð síðani ferðalagið kom aftur av Danmarkarferð, men tað hevur ikki hjálpt nóg væl. Fyrstu tíðina gekk hon hjá fysioterapeuti, men tað var rættiliga skjótt, at hon staðfesti at tað ikki vóru vøddarnir men beinagrindin, sum var trupulleikin. Tí hevur hon leitað sær hjálp hjá kiropraktor, men enn hevur tann viðgerðin ikki hjálpt og tí ber illa til at siga nakað um útlitini enn.
- Spyrt tú meg beint nú, so síggi eg ongan møguleika fyri, at tað verður betri, sjálvt um eg gangi til viðgerð. So ilt havi eg nú. Men eg skal hava nakrar viðgerðir afturat áðrenn vit skulu avstað, og so er bara at vóna, at tað fer at ganga framá, sigur Helga.
Og tað mugu landsliðsvenjarin og liðfelagarnir hjá Helgu eisini gera. Skráin hjá føroysku kvinnunum sær annars soleiðis út, at liðið leikar dyst móti Cayman Islands 8. juli, Grønlandi 9. juli og Guernsey 10. juli. Hetta eru innleiðandi dystirnir og tá 11. juli er frídagur hjá kvinnunum, koma helst ? og vónandi ? tveir harðir dystir um finalupláss og gullmerki, og tá hevði verið gott at havt ein so høgan og sterkan leikara, sum Helgu tøkan.