Tað var eingin slingur í valsinum, tá ið Helgi Dam Ziska telvaði síðsta talvið í smálanda kappingini, sum síðstu stóru vikuna hevur verið í Luksemborg.
Helgi Dam Ziska sat við svørtum ímóti Andreas Kelires, og Helgi vann trygt. Tískil er tað greitt, at Helgi verður við í World Cup næsta ár, tá ið tað í Tbilisi í Georgia verður kappast um rættin at bjóða heimsmeistaranum í talvi av.
Helgi vann átta talv og telvaði trý remis. Hann vann 9 ½ stig og var eitt hálvt stig frammanfyri Oscar De La Riva Aguado.
European Small Nations Individual Chess Championship verður aftur um tvey ár. Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang, sum eisini er aðalskrivari í felagsskapinum, segði við in.fo í gjárkvøldið, at kappingin í 2018 verður í Føroyum.