Aftur í øðrum umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er í Finsen í Havn, vann okkara einasti stórmeistari Helgi Dam Ziska fulla úrtøku. Hesa ferð var tað við svørðum ímóti Rógva Mortensen, sum er tann við lægsta styrkistalinum av teimum átta, ið luttaka í landsliðsbólkinum.
Ólavur Simonsen, sum í fyrsta umfari tapti ímóti Helga, kom á talvuna við at telva remis ímóti Sjúrði Thorsteinsson.
Saman við Helga Dam Ziska var Rógvi Egilstoft Nielsen tann einasti, sum vann í fyrsta umfari. ÍL øðrum umfari telvaði Rógvi remis ímóti Rana Nolsøe, sum hevði hvíta fólki.
Hans Kristian Simonsen bíðar framvegis eftir at vinna fyrstu úrtøkuna. Í øðrum umfari tapti hann við hvíta fólkinum ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum nú er næstovast saman við Rógva Egilstoft Nielsen.
Stórfavoritturin Helgi Dam Ziska hevur tvey stig og harvið fulla úrtøku.
Rógvi Mortensen – GM Helgi Dam Ziska 0 – 1
Sjúrður Thorsteinsson – Ólavur Simonsen ½ – ½
Hans Kristian Simonsen – Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0 – 1
Rani Nolsøe – Rógvi Egilstoft Nielsen ½ – ½
Støðan eftir tvey umfør
GM Helgi Dam Ziska 2 stig
FM Rógvi Egilstoft Nielsen 1 ½ stig
FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1 ½ stig
FM Rani Nolsøe 1 stig
Sjúrður Thorsteinsson 1 stig
Ólavur Simonsen ½ stig
Rógvi Mortensen ½ stig
FM Hans Kristian Simonsen 0 stig
Triðja umfar mánadagin klokkan 16
Rógvi Egilstoft Nielsen – Rógvi Mortensen
Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Rani Nolsøe
Ólavur Simonsen – Hans Kristian Simonsen
Helgi Dam Ziska – Sjúrður Thorsteinsson