Tað grør um gangandi fót, ella skuldi ein sagt hond hjá føroyskum hondbólti. Nú er staðfest, at enn ein føroyskur landsliðsleikari fer at spæla í einari bestu hondbóltsdeild við høgum støði.
Helgi H. Hoydal sum er í holt við sítt fjórða kappingarár í Viking Stavanger, ið spælir í næstbestu norsku deildini hevur hug at royna seg á hægri støði, og tí fylgir hann Paula Mittún til Kristiansand, ið hevur lið í bestu norsku deildini.
Í Viking harmast tey at missa ein leiðara og ein undangongumann tá tað kemur at stríðast fyri liðið. Í Viking fegnast tey tó um, at Helgi restina av verandi kappingarári fer at gera hvat hann kann fyri Viking í dystunum sum eftir eru at leika.
Heimasíðan hjá Kristiansand heldur, at teir hava fingið ein stríðsmann við leiðaraeginleikum. Ein leikara sum umstillar seg skjótt frá verjuspæli til álopsspæl, ein sannan trýara sum útstrálar nógv í verjuspælinum.
Við heimasíðuna hjá Kristiansand sigur Helgi, at tað er uppá tíðina hjá sær at royna seg í bestu norsku hondbóltsdeildini aftur, og tí hevur hann tikið við avbjóðingini.
Helgi heldur, at Kristiansand er rætta liðið fyri seg. Helgi er hugtikin av hvussu ein uppflytari sum Kristiansand hevur megnað at etablerað seg í deildini.
Helgi hevur skrivað tvey ára sáttmála við Kristiansand fram til summarið í 2024.