Talan var um tveir fundir hjá kinesiska sendiharranum í Føroyum 11. november. Tann fyrri er við Jenis av Rana, uttanríkisráðharra, sum var beint eftir klokkan 8 um morgunin, tí Jenis av Rana skuldi av landinum. Tann seinni er tann fundurin klokkan 11, sum Kringvarpið hevur fingið fútabann at siga frá.
Sambært keldu hjá Kringvarpinum snúði fundurin millum Jenis av Rana og kinesiska sendiharran, Fengi Tie, seg um samstarvsavtaluna millum Huawei og Føroya Tele.
Løgmansskrivstovan boðaði seint seinnapartin frá, at orsøkin til fútabannið var, at Kringvarpið hevði ætlanir um at brúka eina upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á.
Hetta passar ikki, sigur Kringvarpið. Søgan var tann, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevði gjørt avtalu um samrøðu, og í tí sambandinum hevði hann eina tráðleysa mikrofon upp á sær, so sum plagar at veðra gjørt, tá sjónvarpsupptøkur verða gjørdar.
Tá er tað, at aðalstjórin tekur hann í einrúm at greiða honum frá innihaldinum av fundinum, og soeliðis fær Kringvarpið upptøkurnar um innihaldið á fundinum við kinesiska sendiharran.