Tað eru tvey lið sum seinast fingu fult, ið hittast í Gundadali í morgin. B36 so hølvaði KÍ av sunnudagin, og mikukvøldið fekk NSÍ øll stigini á Skála, har tað tó í fyrra umfarinum gekk rættuliga striltið hjá teimum í Runavík.
Í B36 er fótbóltslagið sjálvandi sera gott, eftir at teir vunnu 7?1 á KÍ. Eftir rættuliga trilvandi fyrstu umførini hava teir tvær tær síðstu ferðirnar fingið seks stig við málmuninum 11?2. Tað ber neyvan til at ímynda sær eina betri gongd enn tað.
Takið hjá B36arunum er tískil at halda bæði beinini á jørðini.
? Tað er alneyðugt, um vit skulu hugsa um at vinna á NSÍ. Vit hava eina ferð fyrr í ár vunnið 7?1 á KÍ. Eftir tann sigurin hilnaðist tað illa í landskappingini, har vit taptu EB/Streymi og B68 og akkurát vunnu 1?0 á Skála, minnast teir í B36 og vísa harvið á, hvussu skjótt tað kann ganga hvønn vegin í fótbólti.
Mikukvøldið skal B36 spæla útivdyst ímóti HB, og tað hevði sjálvandi verið rættuliga hugaligt hjá teimum at havt feskan sigur á NSÍ í viðførinum, tá ið teir skulu hitta grannarnar.
Fróði Clementsen var ikki við ímóti KÍ, og tað er rættuliga ivasamt, um hann verður við ímóti NSÍ. Hann hevur ikki vant í vikuni. Jákup á Borg hevur heldur ikki vant í vikuni. Hann hevur trupulleikar við hælinum. Um støðan í morgin verður, sum hon var í gjár, so verður hann ikki førur fyri at spæla. Men teir vóna, at hann verður so mikið frægur, at hann kortini verður førur fyri at spæla.
Kosta nógv
Í NSÍ hava teir ikki verið heilt nøgdir við úrtøkuna higartil í ár. NSÍ hevur ikki tapt enn, men tað hevur kostað teimum nógv stig, at teir fýra ferðir eru farnir av vøllinum við javnleiki. Eitt nú mistu teir sigurin evstu løtu.síðsta sunnudag á Eiði.
Kári Hansen var á miðvøllinum á Skála mikukvøldið, men hann noyddist at gevast fimm minuttir undan steðginum, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í morgin. Harafturímóti er tað víst, at Helgi L. Petersen ikki verður við ímóti B36. Hann skal av landinum í próvtøkuørindum. At Helgi ikki verður við kemur illa við hjá NSÍ. Eftir eitt sindur ivasama byrjan hevur tað gingið rættuliga væl hjá Helga síðstu ferðirnar. Eitt nú skoraði hann tvey mál á Skála mikukvøldið.
Christian Høgni Jacobsen hevur ikki verið hundrað prosent síðani 1?1 dystin ímóti B68. Ta ferðina noyddist hann at taka seg aftur í 2. hálvleiki, og hann hevur ikki vant við fullari ferð síðani tá. Men tað er rættuliga sannlíkt, at NSÍ í morgin fer at hava Christian Høgna Jacobsen í álopsplássinum, sum stendur tómt, nú Helgi L. Petersen verður burturstaddur.