Meðan málverjin hjá KÍF, Emil Dam ikki vil framhevja sín leiklut, tá KÍF vann 25-23 á H71 í Hoyvíkshøllini, so staðfestir strikuspælarin hjá H71, Helgi H. Hoydal, at júst Emil Dam gjørdist sera avgerandi. Fyrsta korterið í seinna hálvleiki skoraði H71 bara tvey mál, og tað bleiv avgerandi tá samanum kom.
- Teir vildu tað meir enn vit, ásannar Helgi H. Hoydal, sum heldur, at H71 kom skeivt inn í dystin. Nú mugu hoyvíkingar uppá hestin aftur, tá teir spæla oddabrak ímóti VÍF í Vestmanna komandi mikukvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Høgna H. Hoydal aftaná dystin.