Helgi Lamhauge var í serflokki, tá ið kapping í styrkilyfting var á skránni í Havn leygardagin. Hetta er fyrstu ferð í 15 ár, at opin kapping er í styrkivenjing, sigur Bjarni Reynagarð, sum var høvuðsdómari.
Átta mans møttu til dyst hendan dagin, og hóast teir flestu ikki høvdu roynt seg í kappingum fyrr, settu fleiri teirra persónlig met.
Lyftarnir vóru Rani Dahl-Olsen, Pætur Nattestad Petersen, Helgi Lamhauge, Bárður Poulsen, Hans Jákup Andreasen, Mads Hentze, Vilmar Mouritsen og Bjarni Matras Petersen.
Ein teirra skaraði heilt framúr og tað var Helgi Lamhauge. - Hóast nakað trilvandi at byrja við, endaði tað við, at hann setti heili fimm nýggj føroysk met í 100 kg bólkinum og tað er ongantíð fyrr hent her á landi, sigur høvuðsdómarin.
Hann heldur, at við meiri venjing, hevur Helgi Lamhauge avgjørt evni at røkka dreymamarkinum, sum er at lyfta 750 kilo tilsamans, altsa 250 kilo í beinbend, 200 kilo í bonkpress og 300 kilo í rættstøðulyfti.
Bárður Poulsen gjørdist nummar tvey og Hans Jákup Andreasen varð nummar trý.
Fyrireikararnir siga, at er áhugin til staðar, er ætlanin at endurtaka kappingina næsta ár, men tá kundu teir eisini hugsað sær at fingið kvinnur at verið við í kappingini.
|