Helgi og Bjarni vóru eitt mál frá at røkka steypafinaluni

Tað gekk akkurát ikki hjá undirtippaða Kristiansand í hálvfinaluni móti stórliðnum, Elverum

Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í dag hálvfinalu í norsku steypakappingini í Sør Amfi høllini í Grimstad.

 

Kristiansand sum er næstaftast í bestu norsku hondbóltsdeildini spældi hálvfinalu móti stórliðnum, Elverum sum er næstfremst í deildini.

 

Elverum var risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tað eydnaðist Kristiansand at leypa hvøkk á Elverum.

 

Í fyrra hálvleiki spældi Kristiansand framúr, og í steðginum vóru Helgi, Bjarni og liðfelagarnir á odda 15-12.

 

Elverum fekk tingini at rigga betri í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist Elverum at vinna dystin tepurt 30-29 í einum dysti, har undirtippaða Kristiansand fall við stórari æru.

 

Elverum skal spæla steypafinalu móti Kolstad, ið kappast í Champions League.

 

Helgi og Bjarni skutu fýra mál hvør í hálvfinaluni. Bjarni legði eisini upp til fimm mál og hann vann eisini liðnum eitt brotskast, so hetta var framúr hjá Bjarna.

 

Í morgin klokkan 11 spælir Kristiansand dyst móti Haslum um triðja plássið í steypakappingini.