Føroysku telvararnir móti Argentina í dag,f.v.: Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.

Helgi og Høgni fingu remis

Føroyar fingu eitt stig móti Argentina á talvolympiaduni í India í dag.

Føroysku telvararnir móti Argentina í dag,f.v.: Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.

Bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fingu javnt á ovaru borðunum móti sterkastu telvarunum hjá Argentina.

 

Á niðaru borðunum noyddust okkara menn til endans at leggja kongin. Leingi var líkt til, at John Rødgaard eisini fór at fáa sítt talv javnt, men í endatalvinum misti hann tráðin.

 

Minni spenningur var um talvið á fjórða borði, har 16 ára gamli, Luitjen Akselsson Apol, kýtti seg til fánýtis móti sterkum stórmeistara.

 

Dysturin millum Føroyar og Argentina endaði tí 3-1 til Argentina, sum er styrkismett nummar tretivu í kappingini.

 

Góða gongdin hjá Helga Dam Ziska stendur við. Hann hevur nú fimm stig í sjey dystum á 1. borði.

 

Í dag var serliga hugaligt at síggja, at føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, á 2. borði var mentur at halda tørn við svarta fólkinum móti stórmeistara, ið hevði út við hálvtannaðhundrað ratingstig fleiri.

 

Eftir dystin í dag eru Føroyar nummar 96 av teimum 188 liðunum í kappingini.

 

Áttanda umfar er í morgin, og seinni í kvøld fæst at vita hvørjum Føroyar telva ímóti. Ellivu umfør eru í alt. Olympiadan endar týsdagin.

 

Føroysku telvararnir móti Argentina í dag,f.v.: Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.