Helgi og Pauli skulu royna seg í hálvfinaluni í norsku steypakappingini

Í Kristiansand fegnast tey um, at bæði mans og kvinnuliðið hava vunnið seg í steypahálvfinalurnar

Helgi H. Hoydal liggjandi fremst, og Pauli Mittún staddur aftanfyri fremra málverjan fegnast saman við liðfeløgunum í Kristiansand um søguligu hálvfinaluna í norsku steypakappingini

Pauli Mittún, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand spældu fyrr í dag fjórðingsfinalu í norsku steypakappingini. 

 

Dysturin var á útivølli móti Fjellhammer. 

 

Í fyrra hálvleiki avrikaði Fjellhammer betri, og var heimaliðið á odda 14-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Kristiansand omaná, og tá hallarlúðurin ýldi á seinasta sinni var Kristiansand frammanfyri 25-23.

 

Tá 93 sekund vóru eftir javnaði Fjellhammer til 23-23. Kristiansand leggur seg framum 24-23, og 65 sekund eru eftir. Málverjin hjá Kristiansand bjargar málroyndini hjá Fjellhammer, og tá bert níggju sekund eru eftir staðfestir Kristiansand sína fyrstu hálvfinalu í steypakappingini nakrantíð.

 

Í Kristiansand feira tey "Final 8", tí kvinnuliðið hjá teimum hevur eisini vunnið seg í hálvfinaluna í steypakapingini. 

 

Pauli skoraði tvey mál og legði upp til seks onnur mál. Helgi skoraði eitt mál fyri Kristiansand í dag. 

 

Helgi H. Hoydal liggjandi fremst, og Pauli Mittún staddur aftanfyri fremra málverjan fegnast saman við liðfeløgunum í Kristiansand um søguligu hálvfinaluna í norsku steypakappingini