Helgi tekur lógaruppkotið aftur

Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur fingið fleiri áheitanir um at taka uppskotið seinastu dagarnar - og nú hendi tað so, nú verkfallið er av

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur fyri løtu síðani boðað løgtingsformanninum frá, at hann tekur aftur lógaruppskotið um at leingja sáttmálarnar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið / Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Hetta hendir nú stutt aftaná, at verkfallið er avblást - tí í kvøld bleiv semja gjørd millum øðrumegin Føroya Pedagogfelag og hinumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Uppskotið handlaði í stuttum um at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgum, soleiðis at til ber at stýra, hvørji undantøk skulu gerast frá verkfallinum, so at lív og heilsa ikki verður sett í vanda.

 

Helgi Abrahamsen sigur soleiðis millum annað í skrivinum til løgtingsformannin:

 

– Vísandi til tingskipanina § 55, stk. 1 skal undirritaði hervið boða frá, at eg taki frammanfyri nevnda lógaruppskot aftur.