Orsøkin til syrgiligu vanlukkuna í Nólsoyarfirði 7. januar, tá glastrevjabáturin Hella við eigaranum Gudmundi Isfeldt umborð sakk, er nú staðfest.
Gudmundur Isfeld hevur verið í arbeiðsørindum í Nólsoy og var á veg til havnar aftur við báti sínum henda seinnapart í januar. Vindmegin er umleið 12 m/s av landsynningi sunnan við hvirlum upp í 18 m/s. Tað regnar illa og er yvirskýggja, og streymurin er harður suður gjøgnum fjørðin.
Eftir at hava ráðført seg við staðkent fólk fer Hella klokkan eitt korter til trý úr Nólsoy og setur kósina móti Buchvald. Gudmundur Isfeld skal stýra móti Buchvald, til hann kemur inn um streymstrongin, og síðan snara suður við Streymoyarlandinum.
Úr Nólsoy verður fylgt við glastrevjabátinum, og haðan sæst, at tá komið er móti Streymoyarlandinum, verður kósin løgd suður fram við landi. Men síðan hvørvur Hella í einum grovum æli.
Avtalað var við fólk í Nólsoy, at Gudmundur Isfeldt skuldi boða frá, tá hann kom til lands. Men tá eingi boð eru komin ein tíma eftir at hann fór úr Nólsoy, boða nólsoyingar frá. Síðan verður farið at leita, men ikki fyrr enn fýra dagar seinni, tann 11. januar, verður Hella, ið er eitt frambygt áttamannafar frá 1975, funnin á botni.
Ein íða tók Hellu
Skipaeftirlitið hevur kannað, hvat fór fram í Nólsoyarfirði hesa lagnuløtu. Niðurstøðan er, at Hella er komin í eina íðu, júst sum hon hevur snarað og ætlað at siglt fram við landi. Báturin hevur tikð sjógv inn aftan, og motorurin er steðgaður. Fyrst er afturendin á bátinum sokkin, og sjógvur er komin inn í stýrhúsið gjøgnum opnu hurðina.
Nógvi sjógvurin hevur elvt til so stórt trýst inni í húsinum, at teir fimm rútarnir eru trýstir út. Og full av sjógvi hevur uppdriftin í Hellu ikki klárað at hildi henni flótandi.
Alt gekk sera skjótt fyri seg, og Gudmundur Isfeldt hevur lítla tíð at umráða seg.
Bjargingarbáturin
Ikki fyrr enn 16. januar varð gummibáturin av Hellu funnin, stutt úr landi sunnan fyri Akraberg. Tá hekk maðurin íbundin útloysaralínuna.
Í sínum kanningum staðfestir Skipaeftirlitið, at bjargingarbáturin tá hevði verið uppblástur í umleið fimm samdøgur. Tað vil siga síðan umleið 11. januar, ella fýra dagar eftir at Hella sakk. Tí ber til at staðfesta, at Gudmundur Isfeldt ikki hevur megnað at útloysa bjargingarbátin.
Hol í skrokkinum
Tá Hella varð tikin upp vísti tað seg, at hon hevði eitt stórt hol i bakborðssíðu, beint framman fyri miðskips. Men holið er komið, tá Hella hevur rakt botn, staðfestir Skipaeftirlitið, hvørs kanningar somuleiðis vísa, at tað ikki er grundað á veikleikar í skrokkinum, at Hella er sokkin.