Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnar í Hellas Verona høvdu ein góðan javnleik í pottinum í útidystinum í Seriu A móti Parma.
Men tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Mateo Pellegrino hjá Parma sigursmálið til 2-1.
Parma legði seg á odda longu í fjórða minutti av dystinum, og sjey minuttir seinni fekk Hellas Verona Gift Orban riknan av vøllinum, og so máttu Andrias og liðfelagarnir stríðast í 80 minuttir pluss tað leysa við 10 leikarum móti 11.
Abdou Harroui javnaði til 1-1 við einum brotssparki stutt undan steðginum, og longi hevði Hellas Verona eitt týdningarmikið stig í pottinum, men í yvirtíðini fór tað fyri skeytið.
Sofascore hevur Andrias sum triðbesta leikaran. Hann fær karakterin 6,9 (av 10). Hjá Flashscore/Soccerstand er Andrias fjórðbesti leikarin. Hann fær har karakterin 6,6 (av 10).
Hellas Verona hevur 15 stig fyri 23 dystir, og teir eru aftast í deildini. Hellas Verona hevur seks stig upp til fjórðaftasta plássið, ið gevur eitt nýtt kappingarár í Seriu í 2026-2027.
Hellas Verona hevur 15 dystir eftir at leika í deildini. Komandi fríggjakvøld klokkan 19.45 er útidystur móti Sassuolo á skránni.











